Kappróður

Nýggjur dráttur til kappróðurin í Klaksvík

Uttanumøkið kring nýggja kappróðrarneystið verður eisini gjørt liðugt, og hevur Klaksvíkar kommuna sett tríggjar milliónir av til arbeiðið.

Tað er neyðugt, at ein dráttur stendur til reiðar, tá bátarnir verða flotaðir í vár (Mynd: klaksvik.fo)

Tað er neyðugt, at ein dráttur stendur til reiðar, tá bátarnir verða flotaðir í vár (Mynd: klaksvik.fo)

2023-02-14 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta mánaða varð nýggja og snotiliga kappróðrarneystið í Klaksvík, sum er skamt frá har tað gamla var, tikið í nýtslu.

Sí eisini: Myndir: Heimsins flottasta kappróðrarneyst tikið í nýtslu

Talan var um eina stóra verkætlan fyri Klaksvíkar kommunu og Kanjon, men hóast móttøka og annað hevur verið, er arbeiðið ikki heilt liðugt enn.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í hesum døgum verður nýggjur dráttur gjørdur við nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelagi.

[object Object]


[object Object]
(Myndir: klaksvik.fo)

Mongu rógvararnir í felagnum njóta í løtuni gott av nýggju og góðu umstøðunum, men tað er umráðandi, at ein dráttur stendur til reiðar, tá bátarnir verða flotaðir í vár. Hetta er tað, sum arbeitt verður við nú.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at umframt bátadrátt veður uttanumøkið kring kappróðrarneystið gjørt liðugt. Somuleiðis eru útigólv og bryggjukantur eisini við í verkætlanini. Býráðið hevur sett 3 milliónir krónur av til arbeiðið.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder