Tríggir dystir sunnudagin har allir endaðu við javnleiki.
8. umfar í Meistaradeildini
Í gjár, sunnudagin 3. mai
HB - AB 1-1 (1-0)
Meira um dystin her
KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her
Les eisini: Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum
B68 - EB/Streymur 1-1 (0-1)
Meira um dystin her
Í dag, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur
Báðir dystirnir í kvøkd byrja klokkan 18.30, og FM1 sigur frá báðum
Støðan
Serliga tað at KÍ ikki fekk fult í gjár, ger uppgerðina í Gundadali í kvøld uppaftur meira spennandi:
NSÍ kann við sigri økja um munin - hava fýra stig niður til nummar tvey og fimm stig til nummar trý - meðan B36 hinvegin kann leggja seg á odda í deildini við trimum stigum. NSÍ hevur framvegis ikki tapt í ár.
Um tað endar við javnleiki, verður tað framhaldandi ógvuliga tætt í topp-trý - og framvegis langt niður til HB.
![]()
B36 tapti fyri HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini - har tað ikki av álvara var nær við at vera spennandi. Nú skal B36 reisa seg (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur er eisini væl frá trimum teimum fremstu plássunum. Liðið hevur verið ov óhvasst á seinasta triðinginum fyri at veruliga kappast har. Seinastu tveir dystirnar (Skála og B68) hevur Víkingur ikki livað upp til favorittleiklutin. Um tað eydnaðist Jóhan Peturi Poulsen og teimum at fáa fult móti 07 Vestur í kvøld, kemur Víkingur upp á 4. plássið.
FM1 sigur frá báðum dystunum, sum byrja klokkan 18.30 í kvøld
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald