
Fýra dystir í 9. umfari í Betrideildini verða spældir í kvøld. Talan er um seinasta umfar í fyrsta triðinginum.
Við Løkin verður greitt, hvat lið fer inn í annan triðingin sum oddalið. Í løtuni er NSÍ frammfyri KÍ vegna málúrttøkuna - serliga takkað verið tí at liðið hja Jens Wedeborg hevur skorað fimm mál í miðal higartil.
KÍ hevur eisini skorað nógv mál og ikki latið mál inn seinastu fimm umførini. Talan er um tve suveren lið higartil, sum bæði hava full stigatal. Nú hittast tey, og harvið skal onkur so missa stig: Tað kann næstan bara blíva spennandi við Løkin.
KÍ hevur verið ógvuliga væl koyrandi seinastu tíðina, meðan HB hevur havt eina tunga tíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað verður tað helst eisini í Sarpugerði, har HB skal reisa seg eftir eina tunga tíð. Hetta verður gjørt við nýggju fyribils føroyskum venjaratoymi: André Olsen er høvuðsvenjari, meðan Tróndur Jensen og Teitur Matras Gestsson hjálpa honum. Víkingur hevur vunnið tríggjar landskappingardystir á rað nú, og evropeisku plássini eru uppá spæl.
André Olsen vil venjing í vikuni. Hann tók við, eftir at Adolfo Sormani og toymi takkaðu fyri seg (Mynd: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Í Gundadali tekur B36 móti FC Suðuroy og skal reisa seg eftir heimatapið fyri EB/Streymi í seinasta umfari. Júst EB/Streymur er á vitjan hjá botnliðnum 07 Vestur, sum harðliga hevur tøv á stigum.
Dystirnir í kvøld - til ber at fylgja gongdini ovast á portal.fo.
TB og B68 spæla í morgin klokkan 18.30.
Støðan eftir 8 umfør:
1. NSÍ 24 stig
2. KÍ 24 stig
3. HB 15 stig
4. B36 13 stig
5. Víkingur 11 stig
6. EB/Streymur 10 stig
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald