Tað var ein ordans stoyt, Odmar Færø fekk í andlitið, tá ein spælari hjá Atert Bissen - av óvart men ófantaliga - skallaði roynda føroyska miðverjan í luftnærdysti. Hetta var seint í Champions League-dystinum í Luksemborg mikudagin
Blóð sást frá staði, har tað sjálvdan sæst: Beint undir eyganum. Víkingurin í verjuni sá heldur viðtiking út, og tað gjørdist skjótt greitt, at Odmar noyddist av vølli.
36-ára gamli KÍ'arin fór á sjúkrahús, og hósdagin varð staðfest, at hann hevur fimm brot í andlitinum:
- CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøsini. Enn veit eg ikki um eg skal skurðviðgerast her men skal sum nú er til spesialist mánadagin, greiddi Odmar Portalinum frá hósdagin.
Sí eisini: Odmar Færø kom ikki við til Føroya - hevur fimm brot í andlitinum
Tá var óvist, hvar viðgerðin skuldi fara fram, men fríggjadagin sluppu Odmar Færø og Sylvan Jakobsen, liðleiðari hjá KÍ úr Luksemborg.
Teir koyrdu longu leiðina til Keypmannahavn í leigubili - vegna brotini fær landsliðsmiðverjin ikki ferðast við flogfari.
Vit hava fingið upplýst, at teir komu uppá pláss í gjár, og at Odmar Færø hevur tíð hjá spesialisti á Ríkissjúkrahúsinum í morgin, mánadagin.
Mest sannlíkt endar tað við skurðviðgerð skjótt, og tað fer at ganga ein tíð, til havnarmaðurin fær spælt aftur.
Hann er mest royndi føroyingurin í evropeiskum dystum fyri feløg og verður avgjørt ein missur fyri KÍ í 2. umfari í Champions League, har liðið kann tryggja sær at koma í eitt deildarspæl. KÍ spælir við trimum miðverjum, við Odmari sum einum vanliga tryggum skanska.
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald