Fótbóltur

Odmar Færø kom ikki við til Føroya - hevur fimm brot í andlitinum

Royndasti føroyingurin í evropeiskum dystum skal undir skurð, tað er bara ikki greitt í hvørjum landi. Miðverjin og proilurin skal sita uttanfyri í fleiri vikur, eftir at hann av óvart varð skallaður í Champions League-sigrinum mikukvøldið.

CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøsuni. Harvið fær Odmar Færø ikki flogið, og hann skal til spesialist mánadagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøsuni. Harvið fær Odmar Færø ikki flogið, og hann skal til spesialist mánadagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-16 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ vann seg í gjár víðari til 2. umfar í Champions League og harvið nærri einum deildarspælið.

Sí eisini: Evropeisku toppskjúttarnir slógu til og KÍ víðari í Champions League

Men við søta sigrinum fylgdi eisni nakað neiligt- fyri KÍ og Odmar Færø. Tí seint í dystinum varð royndi miðverjin skallaður í andlitið. Hetta var eitt óhapp í nærdysti, tá Odmar ruddaði væl vekk.

Landsliðsprofilurin noyddist av vølli og fór á sjúkrahús. Har var tó lítið staðfest í gjárkvøldið og í nátt, men í dag varð Odmar Færø kannaður aftur í Luksemborg, meðan liðfelagarnir ferðaðust heim til Føroya. Úrlsitið var ikki tespiligt:

- CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøstinum.

Hetta staðfestir Odmar Færø fyri Portalinum í kvøld. Hann skal undir skurð, men um tað er í Luksemborg ella ikki, er ikki staðfest enn.

- Enn veit eg ikki um eg skal skurvidgerast her men skal til spesialist mánadagin.

Av tí at talan er um brot í partum av andlitunum, kann KÍ-veruspælarin ikki flúgva, og tað er millum annað tí, at støðan er óviss í løtuni.

Men tað er í øllum førum greitt, at skaðin hevur við sær ein steðg frá fótbólti. Tað er ilt at siga, júst hvussu leingi, men 3-4 vikur í minsta lagi er ein meting. Mest sannlíkgt verður tað væl longri, men tað snýr seg eisini um, hvussu tað lekir.

KÍ skal spæla fyrra dystin í 2. umfari í Champions League týskvøldið, og avgerandi dystir um at koma í deildarspæl eru fyri framman.

Vit frætta meira um støðuna hjá Odmari Færø í næstu døgunum.

Sí eisini: Aftur Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder