Hann skoraði seinasta málið hjá GOG, tá hann fór ígjøgnum sjálvur og smekkaði bóltin í netið.
Sjeynda málið hjá Óla Mittún tryggjaði liðnum av Fjóni eitt stig Eurofarm Pelister - ikki eitt einastandandi flott stig á heimavølli móti næstniðasta liðnum í bólkinum og eftir at GOG var frammanfyri 22-18 eina løtu eftir stegðin.
Hetta tryggjaði tó Óla og teimum víðari luttøku úr bólkaspælinum í Champions League. Tvey umfør resta í av bólkaspælinum, men fýra stig eru niður til júst Eurofarm Pelister, og danska liðið er betri innanhýsis.
Tað endaði 28-28 í Arena Svendborg í kvøld. Óli Mittún varð toppskjútti við sjey málum, og 20-ára gamli føroyingurin er eisini skrásettur fyri tvey upplegg.
Sí hæddarpunkt her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald