
Fríggjadagin varð uppflytingin hjá AB til fremstu mansdeildina staðfest, og í kvøld hevur Argja Bóltfelag kunngjørt, at liðið fer at hava sama venjara í Betrideildini.
- Øssur er ein sera arbeiðssamur og nærlagdur venjari, sum leggur nógva tíð og og orku í venjarayrkið. Hann er væl lýddur millum okkum á Argjum, og vit eru ikki í iva um, at AB í Betrideildini 2026 er í sera góðum hondum við landsliðslegenduni av Toftum á síðulinjuni, skrivar AB.
Sí eisini: AB og Skála flyta upp
Felagið vísir á, at AB hevur sett sítt egna stigamet í næstbestu deildini, at uppflytingin varð tryggjað tíðliga, og at argjamenn í steypakappingini sendu bæði FC Suðuroy og EB/Streym úr Betrideildini út.
Samanlagt eitt stórt nøgdsemi við arbeiði høvuðsvenjarans seinastu tvey árini, og tískil vildi AB leingja samstarvið við 54-ára gamla toftamannin, so tað eisini er galdandi fyri 2026 og 2027.
Øssur byrjaði sum høvuðsvenjari hjá AB undan kappingarárinum 2024, tá ið AB júst var flutt niður úr Betrideildini. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp í 1. deild, og tað var samstundis ynskið hjá felagnum, at fleiri lokalir spælarar skuldu fáa ein størri leiklut á besta mansliðnum.
Øssur Hansen sum B68-venjari í fyrsta árinum hjá felagnum aftur í Betrideildini - 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
Soleiðis var áleið eisini á Toftum, har Øssur Hansen í 2020 leiddi B68 upp aftur í fremstu røð eftir lutfalsliga langa útlegd - hetta við sigri á júst AB í upp- og niðurflytingardysti. Øssur Hansen helt barndómsfelagnum uppi á rímiliga tryggjan hátt í 2021, áðrnen hann gavst í B68 nakað inn í 2022 kappingarárið.
Øssur hevur síðani eisini verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá B36 og hjá U19-landsliðnum við dreingjum.
Pauli Poulsen er venjari hjá hinum uppflytaranum Skála, Harvið bendir tað mesta á nú, at eisini í 2026 verður meirilutin av venjarunum í Betrideildini føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald