Heimsmeistararnir vóru av álvara á eggini móti Egyptalandi í áttandapartsfinaluni í Atlanta, men 13 gandakendir minuttir sendu Argentina í fagnaðarrús.
Eftir eitt korter legði Egyptaland seg á odda, og eftir tjúgu minuttir brendi Lionel Messi brotsspark - fyri aðru ferð í hesum HM-endaspælinum.
Tað gjørdist tyngri hjá Argentina eftir steðgin. Egyptaland helt fram at hótta, og Mostafa Ziko fekk fryst mál kolldømt fyri eitt lítið fríspark móti Lisandro Martinez - áðrenn hann í 67. minutti økti til 2-0.
![]()
Ziko sendi Egyptaland nærri søguligari 1/4 finalu miðskeiðis í 2. hálvleiki (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
Nú vóru góð ráð dýr hjá heimsmeistarunum, men teir hava Lionel Messi. Í 79. minutti legði liðformaðurin væl innfyri úr vinstru, og annan dystin á rað stútaði Christian Romero bóltin í netið fyri Argentina.
Fýra minuttir seinni var tað Messi sjálvur, ið sló til: Bólturin stakk fyri føtur hansara í brotsteignum: 10'arin smekkaði til, og umvegis yvirleggjaran fór bólturin í netið. Mál nummar átta í fimm dystum hjá 39-ára gamla fótbóltsgandakallinum úr Rosario.
![]()
Messi aftur toppskjútti í HM 2026, og Argentina verjir framvegis heitið (Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)
Nú var 2-2 og púra opið. Egyptar fingu stóran kontramøguleika í 91. minutti, men Argentina fekk vart fyri hóast tveir móti fýra. Og so avgjørdi liðið hjá Lionel Scaloni dystin: Frálíkt innlegg hjá Lautaro Martinez, og so stútaði Enzo Fernandez bóltin í máli á framúr hátt til 3-2.
Argentiskt ovfarakæti og egyptisk sorg - og frustratión - í Atlanta. Enn eitt drama móti afrikanskum liði, sum Argetina at enda slapp ígjøgnum. Í 1/4-finaluni bíðar Kolumbia ella Sveis. Tey spæla seinastu áttandapartsfinaluna í kvøld klokkan 21.
21.00: Sveis - Kolumbia
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)
Portugal - Spania 0-1 (0-1)
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald