Fótbóltur

Patrik: Teir spæla indianara fótbólt - uppgerðin skal vera á lívi

- Tað verður ikki so nógvur hiti, sum man var bangin fyri, og vit vita, hvussu góður vit eru í slilkum dystum. Tað sigur Patrik Johannesen við Portalin undan uppgerðini hjá KÍ í Serbia.

Patrik Johannesen í 2-0 sigrinum á heimavølli móti SJK Seinajoki. Tvøramaðurin hevur staðið seg væl fyri KÍ í á og hevur samanlagt roynt at verið við til at spælt felagið víðari í Evropa fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen í 2-0 sigrinum á heimavølli móti SJK Seinajoki. Tvøramaðurin hevur staðið seg væl fyri KÍ í á og hevur samanlagt roynt at verið við til at spælt felagið víðari í Evropa fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-24 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani sigurin á SJK Seinajoki í síðstu viku, hava spælararnir hjá KÍ so at siga bert havt eitt at hugsa um: At fyrireika seg so væl sum gjørligt til at spæla ímóti Radnicki 1923. Fyrri dysturin verður spældur í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.

Dysturin kann keypast og stroymast á KÍ-varpinum á ki.fo

Eitt, sum hevur fylt nakað í fyrireikingunum, er veðrið. Tað er nakað, sum fólk dáma væl at práta um. Í hesum førinum kann hitin verða ein avbjóðing. 

Sagt verður eisini frá upp til 35 hitastigum í Kragujevac í dag, men tá dystarbyrjan verður, klokkan 20 lokala tíð, stendur tað at vera líka undir 30 hitastig. Patrik Johannesen er ikki stúrin um hetta: Hann sigur við Portalin, at KÍ'ararnir eru væl fyrireikaðir til hendan partin:

- Vit hava fyri tað mesta hildið okkum innandura. Vit hava vant á dystarleikvøllinum , og tá dysturin verður, er sólin farin niður. Hitin verður ikki so høgur, sum man var bangin fyri. Vit fáa nokk av vesku og elektrolyttum innanborðs, so tað ikki manglar væta í kroppinum.

Sí eisini: KÍ-spælararnir venja seg við hitan og grasið í Serbia

Orkuríkir við indinara-spælið - uppgerðin skal liva

Men hvat er tað so fyri eitt lið, sum KÍ skal møta í 2. umfari av Conference League? 

Radnicki 1923 er ikki eitt av søguligu stórfeløgunum í Serbia ella Jugoslavia. Steypini eru komin í næstbestu deildini og fyrsta evropeiska royndin var móti Mornar úr Montenegro úr fjør. Har tapti Radnicki samanlagt eftir brotsspørk.

Føroysk feløg hava tríggjar ferð sent lið úr Montenegro út, og Radnicki endaði nummar fimm í serbisku deildini - kom í Evropa tí liðið á 4. plássi ikki hevði neyðugu loyvini.

[object Object]

[object Object]
Patrik Johannesen hevur verið týðandi maður hjá KÍ í ár, og í síðstu viku kundu hann og liðfelagirnir fegnast í samband við dystin móti Seinajoki - nú snýr tað seg um næsta stigið í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

Alt hetta merkir tó ikki, at tað verður nøkur løtt uppgáva hjá KÍ. Serbiska deildin er høgt styrkismett, og Radnicki-hópurin hevur rímiliga høgt virði. Vit hava spurt Patrik Johanensen, hvat slag av mótstøðu KÍ kann vænta í kvøld og næsta hósdag:

- Vit fara at møta einum liði, ið er væl fyri tekniskt. Teir spæla mann - mann yvir allan vøllin. Teir eru orkuríkir og spæla eitt slag av indianara fótbólti, har tað gongur aftur og fram allatíð.

- Men hvat er eitt gott úrslit at hava við til Føroyar?

- Farið verður sum altíð eftir einum úrsliti. Vit vita, hvussu góðir, vit eru í slíkum dystum. Hesin skal eisini spæla uppá okkara styrki, og uysturin skal vera á lívi, tá vit spæla í Klaksvík um eina viku, staðfestir Patrik Johannesen at enda

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
19.00: Radnicki 1923 - 

Dysturin kann keypast og stroymast á KÍ-varpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder