Fótbóltur

Pernille á evropeiska vikuliðnum

Føroyski liðskiparin gjørdi av álvara bart í dystinum móti Íslandi fyri viku síðani, har strikuspælarin skoraði tólv mál og var stórur partur av at senda Føroyar til EM-endaspælið. Lutakastið til tess verður í morgin.

Pernille Brandenborg vísti vegin - millum annað tá hon her hevði skorað til 18-16 beint fyri steðgin við at kasta seg eftir returbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg vísti vegin - millum annað tá hon her hevði skorað til 18-16 beint fyri steðgin við at kasta seg eftir returbólti (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-15 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Saman við spælarum úr stóru hondbóltstjóðunum Noreg, Danmark, Fraklandi, Týsklandi, Svøríki, Spania og Ungarn, er Pernille Brandenborg á evropeiska vikuliðnum fyri tvey tey seinastu umførini í EM-undankappingini.

Tað er evropeiska hondbóltssamgongan, sum hevur sett liðið saman útfrá avrikunum í síðstu viku:

[object Object]
Mynd: EHF Euro

Hjá Pernille Brandenborg var talan um megnaravrik í fyrra dystinum í síðstu viku. Hann var í Føroyum, har heimaliðið syfti Ísland fyri aðru ferð í undankappingini og tryggjaði EM-plássið.

Staðfest: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember

Liðskiparin hjá Føroyum átti lyklaleiklut í hesum. Pernille skeyt tólv skot - og skoraði tólv mál. Umframt hetta átti stinni strikuspælarin nógvar góðar "screeningar", vann okkurt brotskøst og vísti styrki í miðverjuni.

[object Object]Pernille Brandenborg og Lív Zachariasen hava tamarhald á støðuni mitt fyri 

[object Object]Fegnast eftir enn eitt mál...

[object Object]
Og saman við Súnu Krossteig Hansen eftir dystin (Myndir: Sverri Egholm)

Les eisini: 
Toppskjútti og dagsins spælari: Pernille við so at siga perfektum avriki

Í Montenegro sunnudagin spældi Pernille Brandenborg lítið í 2. hálvleiki. Hon er skrásett fyri eitt mál har.

Týdningur hennara varð aftur týðiligur, tá á stóð við Tjarnir, og í morgin klokkan 17 vera Føroyar í potti trý, tá lutakastið til EM-endaspælið verður.

Sí eisini: Føroyar skulu spæla EM-endaspæl í Póllandi, Kekkia ella Rumenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder