
Petra Hoydal er uppvaksin í Norðurjútlandi. Hon er hálvur føroyingur - mamman er úr Føroyum, og hevur Petra tí nógva familju í Hoyvik.
Nú 20-ára gamli álopsspælarin hevur verið á U19-landsliðnum, og hevur hon síðani tíðliga í 2024 spælt 9 A-landsdystir og skora eitt mal fyri Føroyar.
Petra Hoydal skoraði í EM-undankappingardystinum móti Andorra í fjør. Føroyar vunnu 4-0 (Savnsmydir: Sverri Egholm)
Sum 11-ára gomul kom hon til AaB - størsta felagið í Norðurjútlandi. Í fjør spældi Petra Hoydal 21 dystir og skoraði fimm mál fyri best í næstbestu donsku deildini.
Nú tekur hon næsta fetið. Italskur fótbóltur er á hægri stigi enn tann danski, og Petra Hoydal skal nú spæla fyri Hellas Verona, sum er í Serie B.
Sambært heimasíðu felagsins, sum kunngjørdi tíðindini í gjár, hevur Petra Hoydal gjørt eitt ára-sáttmála við Hellas Verona.
Sí eisini: Anna Brændstrup roynir seg nú í portugisiskum fótbólti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald