Fótbóltur

Petur eftir sigurin á Malta: - Hetta vísir styrki og teir verða straffaðir

- Men tað er kanska væntað, at vit fara víðari, tí vit hava ein ótrúliga sterkan og royndan hóp, sigur NSÍ-liðformaðurin við Portalin. Petur Knudsen avgjørdi við umstríddum brotssparki: - Stendur nógv á men eg hevði eina ætlan áðrenn skotið. Eftir dystin tordu teir hjá NSÍ ikki veruliga at fegnast.

- Tað er ikki ofta man sær líkandi í fótbólti, men sum vit hava lært síðan barndóm, so skal man spæla til dómari floytar, sigur Petur Knudsen um margháttligu brotssparksstøðuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað er ikki ofta man sær líkandi í fótbólti, men sum vit hava lært síðan barndóm, so skal man spæla til dómari floytar, sigur Petur Knudsen um margháttligu brotssparksstøðuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-17 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vóru ongantíð í vanda, men tey flestu á stadion vóru púra svøk, og tað tók meira enn ein tíma at koma í bussin, tí áskoðarar hjá Harmun Spartans kringsettur bussin.

Soleiðis greiðir Karstin Joensen FM1 frá. 

Dómarin úr Luksemborg varð eisini kringsettur og noyddist at verða væl vardur eftir 2-1 dystin, og ting vórðu kastaði inn á Centenary leikvøllin. Formaðurin hjá NSÍ upplivdi alt hetta, og lýsir tað millum annað sum skelkandi. Hann vónar, at UEFA revsar heimaliðið Hamrun Spartans við bót og møguliga meira. 

Hoyr samrøðuna her: 
Skelkandi upplviing á Malta: Tordu ikki at fegnast um søguliga sigur

Sí eisini: Eyka løgreglufólk á Malta: Áskoðarar kastaðu ting á vøllin og umringaðu bussin hjá NSÍ

[object Object]
Ikki lætt at koma út í bussin

Petur Kundsen upplivdi støðuna á vøllinum, tá liðformaðurin hjá Hamrun Spartans nart bóltin við hondini, tí hann helt, at málspark var. NSÍ-liðformaðurin hevur ikki so nógv samkenslu við mótstøðuliðnum - hetta er barnalærdómur - men landsliðsáleyparin viðurkennir, at nógv trýst var á, áðrenn brotssparkið skuldi takast

- Tað er ikki ofta man sær líkandi í fótbólti, men sum vit hava lært síðan barndóm, so skal man spæla til dómarin floytar, og teir blivu straffaðir av tí. Stendur sjálvandi nógv á, tá man skal taka straffi í sovorðnum støðum, men tað er bara umráðandi at hava eina ætlan, og hon riggaði væl hjá mær, staðfestir hann fyri Portalinum.

Sí orsøkina til stóru ónøgdina hjá teimum av Malta her: Margháttliga og avgerandi brotssparkið hjá NSÍ á Malta

Petur Knudsen skoraði trygt - tíverri sæst brotssparkið ikki har - og sendi harvið NSÍ víðari til 2. umfar í Conference League við samanløgdum 3-2 sigri. Hetta er fyrstu ferð, at NSÍ spælir seg víðari yvir tveir dystir í Evropa. 

- Hetta er ótrúliga gott fyri okkum sum lið og felagið eisini. Helst at vinna móti einum liðið, sum hevur klárað seg væl í Evropa. Tað vísir styrki, og tað at vit megna so væl at standa í móti í truplum løtum vísir, at vit hava ment okkum nógv. Men tað er kanska væntað, at vit vinna dystir, tí vit hava ein ótrúliga sterkan og royndan hóp allan vegin ígjøgnu, heldur Petur Knudsen fyri.

Um dystin sjálvan sigur 28-ára gamli NSÍ'arin við Portalin, at hann var ógvuliga tungur. Tó byrjaði NSÍ væl í hitanum, og var eisini betra liðið og hevði størstu kjansirnar í seinna hálvleiki eftir 1-1 málið hjá Hamrun: Samanlagt 65 góðkendir minuttir av dystinum.

[object Object]
Petur Knudsen skoraði í báðum dystunum, og NSÍ skal aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík hósdagin 23. juli (Mynd: Sverri Egholm)

Hamrun Spartans var í deildarspælinum síðsta kappingarár, men nú er NSÍ í 2. umfari í Conference League heldur enn liðið av Malta.

Liðið, sum endaði nummar tvey í Slovenia, er á skránni í 2. umfari. Byrjað verður við Djúpumýru í næstu viku.

Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2

Meira um dystin her

---------------------------------------------------------

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper

Seinni dysturin, hósdagin 30. juli
FC Koper - NSÍ


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder