Fótbóltur

Petur Knudsen og NSÍ hava skrivað undir nýggjan fimm-ára sáttmála

- Tað er eingin ivi í, at mítt hjarta er gult allan vegin ígjøgnum, staðfestir profilurin, sum eftir ætlan skal spæla í barndómsfelagnum til og við 2031.

Hetta er ein óvanliga langur sáttmáli í føroyskum fótbólti, og er hetta eitt tekin um  stórar ætlanir millum felagið og ein av størstu profilunum hjá NSÍ, sum er í

Hetta er ein óvanliga langur sáttmáli í føroyskum fótbólti, og er hetta eitt tekin um  stórar ætlanir millum felagið og ein av størstu profilunum hjá NSÍ, sum er í "bestu fótbóltsárum. Eftir trý ár uttanlands, hevur Petur Knudsen verið í NSÍ aftur síðani uppflytingina (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-09 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2024 vendi hann aftur til barndómsfelagið eftir trý ár uttanlands - fyrst í Lyngby, sum hann var við at fáa upp í Superliguna og halda har og síðani eitt serstakt tíðarskeið í El Paso Locomotive FC (næstbestu amerikansku deildini)

Nú, dagin eftir at NSÍ legði seg á odda aftur í Meistaradeildini, hevur NSÍ kunngjørt, at Petur Knudsen verður verandi í felagnum til og við 2031: Partarnir hava gjørt núggjan fimm-ára sáttmála, og Petur Knudsen sær nógvar spennandi møguleikar í framhaldandi samstarvinum

- Eg eri sera fegin og stoltur av at halda fram í NSÍ. Tað er eingin ivi í, at mítt hjarta er gult allan vegin ígjøgnum. Felagið NSÍ og samfelagið í Runavíkar kommunu hava givið mær og míni familju nógv, og tí vil eg royna at geva aftur. Helst til okkara trúføstu viðhaldsfólk, og Guliganz, sum hava alvorliga sett sín dám á føroysku kappingina og geva okkum leikarum í NSÍ heilt ótrúliga nógv. Næstu fimm árini verður ógvuliga spennandi at vera partur av NSÍ, tí her býr nógv gott í hópinum, og væntandi og vónandi koma vit at náa málunum, sum eru sett hesa komandi tíðina, sigur Petur Knudsen.

Petur Knudsen eftir sigurin á HB: - NSÍ spælir ein fínan dyst í kvøld

Hetta er ein óvanliga langur sáttmáli í føroyskum fótbólti, og er hetta eitt tekin um  stórar ætlanir millum felagið og ein av størstu profilunum hjá NSÍ, sum er í "bestu fótbóltsárum".

Sum felagið skrivar í kunningarskrivinum, hevur Petur Knudsen í fleiri ár verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá NSÍ og somuleiðis ein av sterkastu profilunum í bestu føroysku deildini. Millum annað vann vinstri vongurin heiðurin sum ársins spælari í Føroyum í 2020.

Samanlagt hevur kviki maðurin úr Saltangará 190 dystir fyri NSÍ í bestu føroysku deildini, har hann eisini hevur skorað heili 82 mál.

Á A-landsliðnum hevur 28-ára gamli Petur Knudsen spælt 27 ferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder