Fótbóltur

Petur Knudsen verður uttanfyri í eina tíð

Fyrstu kanningarnar vísa, at talan ikki er um krossbandsskaða. Áleyparin gongur við bindi um knæið eftir stoytin og skal skannast mánadagin - helst kemur ein avloysari í landsliðshópin.

Petur Knudsen fær hjálp frá liðfeløgunum at koma inn í skiftingarrúmið í Georgia (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen fær hjálp frá liðfeløgunum at koma inn í skiftingarrúmið í Georgia (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-06 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av merkisvendu hendingunum í venjingardystunum í Georgia var, tá Petur Knudsen miðskeiðis í 2. hálvleiki fór sendandi runt í luftuni eftir ein luftnærdyst og var liggjandi.

Áleyparin noyddist av vølli aftur, bert smáar fimm minuttir eftir at hann varð skiftur inn. Sjónvarpsmyndirnar vístu, at NSÍ-stjørnan sat syrgin á bonkinum, eftir at hann varð hjálptur út.

Endurtøkur vístu eisini, at tað sá ikki so gott út. Nú greiðir Petur Knudsen sjálvur Portalinum frá, hvat hendi.

- Eg fekk mjødnina ella afturpartin hjá einum georga inn á síðuna á knænum meðan eg var í luftuni. Eg merkti beinanvegin, at tað ikki var gott.

[object Object]
Tað var skjótt, at hjálp kom inn, og fólk fóru at stúra um, tað var heilt álvarsamt hjá Peturi Knudsen (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sær tó tíbetur út til, at tað ikki er tann ringasti knæskaðin. Hóast man ikki fer í skannara beinanvegin, kunnu sonevndar "krossbandsskanningar" gerast. Hesar hevur føroyska læknatoymið framt, og tað sær ikki út til, at krossbandið í høgra knæ hjá Peturi Knudsen er slitnað ella hevur fingið stóran skaða.

Petur sigur, at meira bendir á, at tað er liðbandið ella meniskurin, sum tók skaða av óhepnu og keðiligu hendingini. Hetta skal tó kannast mánadagin, tá hann skal skannast.

Føroyski áleyparin hevur annars havt nakað av trupulleikum við hinum knænum. Á heimferðini hevur hann bind um knæið, og vónar tað besta. Dysturin móti Gibraltar mánadagin kemur ikki uppá tal, men Petur Knudsen vónar serliga at vera við til evropeisku dystirnar hjá NSÍ í summar. Tann fyrsti av hesum verður spældur um beint undir fimm vikur.

Føroyar spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli mánadagin móti Gibraltar. Ætlanin var helst, at Petur Knudsen skuldi spæla ein stóran leiklut har. Helst verður ein álopskendur spælari boðsendur at koma inn í hópin ístaðin fyri NSÍ-spælaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder