
Tað væntast, at tað verður útselt og harvið umleið 5.000 áskoðarar á Tórsvølli fríggjakvøldið, tá sterka kroatiska landsliðið vitjar.
Fá atgongumerki eru eftir til HM-undankappingardystin millum Føroyar og HM-bronsuvinnararnar, og Fótbóltssamband Føroya ætlar at gera eitt sindur eyka burturúr.
Sí eisini: Nærum útselt til Føroyar - Kroatia
Les eisini: Balon D'Or vinnari vitjar á Tórsvølli
Á heimasíðu sínari skrivar FSF, at tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið.
– Hetta verður ein spennandi og øðrvísi uppgáva, og tað verður einki minni enn fantastiskt at syngja saman við so nógvum fólkum – hetta gleði eg meg til, sigur Pól Arni Holm við heimasíðuna hjá FSF.
Tvøramaðurin við sterku og eyðmerktu røddini, og stóra áhuganum fyri fótbólti, fer at standa á vøllinum tætt við spælararnar.
Tað er heldur óvanligt í Føroyum, at hetta verður gjørt. Eitt dømi er tó ein annar ljóshærdur tvøramaður, tá Týskland vitjaði á Tórsvølli í 2003. Tá sang ein tá blaðungur Brandur Enni - bæði "Tú alfagra land mítt" og "Das Lied der Deutschen".
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald