Lyngby BK er á veg upp í Superliguna aftur, men felagið har Dan Brimsvík hevur venjarastarv, og har hann var knýttur at besta liðnum fyrr í kappingárinum, hevur ikki staðfest hetta enn.
Hillreød vitjaði í dag og fór avstað við øllum. Hetta hóast heimaliðið legði seg á odda eftir 20 minuttir.
Tað var 1-1, tá Poul Kallsberg kom inn í 72. minutti, og í 90. minutti fekk 22-ára gamli føroyingurin eina sending inn í Lyngby-brotsteignum.
Málið hjá Poul Kallsberg sæst móti endanum av hæddarpunktunum her
Vongurin av Strondum var ísakaldur og setti væl høgru innarusíðuna á: 2-1 og trý stig við til Hillerød.
Við hesum úrslitinum og við javnleikinum hjá Hvidovre í Kolding í dag, er Hillerød nú á 2. plássi. Hetta gevur uppflyting til Superliguna.
Fýra umfør resta í. Næsta uppgáva hjá Hillerød er AC Horsens og Adrian Justinussen leygardagin.
Hæddarpunktini frá Lyngby síggjast á 1-division.dk
Støðan í ovara endaspælinum í næstbestu donsku deildini:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald