Fótbóltur

Poul Kallsberg skal spæla sín fyrsta A-landsdyst

Gullbrandur Øregaard og Noah Mneney byrja eisini inni í Georgia, har fleiri av teimum føstu sita á bonkinum frá byrjan.

Poul Kallsberg hevur verið við tvær tær seinastu ferðirnar - tó uttan at koma á vøllin. 22-ára gamli strandingurin fær seg nú royndan (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg hevur verið við tvær tær seinastu ferðirnar - tó uttan at koma á vøllin. 22-ára gamli strandingurin fær seg nú royndan (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-05 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tbilisi, Georgia (Portalurin): Sum væntað sær føroyska liðið ikki heilt út, sum tað ofta annars ger.

Eyðun Klakstein vísti í gjár á, at millum annað ungir spælarar fáa møguleikan, og vit síggja eisini fýra mans í aldrinum 22 til 24 í byrjanaruppstillingini.

Hanus Sørensen er tann elsti av hesum. Hann hevur bitið seg fastan á A-landsliðnum men hevur ikki spælt nakað serligt seinastu tíðina í Slovenia. Í mun til til dømis Andrias Edmundsson, ið spældi sunnudagin, er tað perfekt hjá Hanusi at fáa ein dyst.

Sí eisini: Hanus og Andrias: - Tað merkir alt men krevur nógv at vera fastur landsliðsspælari

Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard eru báðir føddir í 2002 og byrja inni í einum A-landsdysti á øðrum sinni.

Poul Kallsberg úr Víkingi hevur verið við báðu ferð undir nýggja venjaratoyminum. Nú skal 22-ára gamli vongurin av Strondum, sum er yngsti spælarin í hópinum, spæla sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið hjá Føroyum.

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen

[object Object]
Hanus Sørensen og Noah Mneney vera partur av orkuríka miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen er í dag og liðformaður og vinstri miðverji. Royndi verjuspælarin hevur so at siga bert spælt í miðverjuni seinasta stóra árið í HB.

Daniel Johansen, Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen vóru teir "nýúttiknu" hesaferð. Allir KÍ-spælararnir byrja inni.

Sí eisini - video: 
Daniel hevur bert bíðað eftir hesum
Jákup og Patrik: - Ógvuliga gott at vera aftur

Tað er eyðsæð, at summir spælarar verða spardir til mánadagin. Summir fáa tó ein hálvleik ella nakað undir tað. Odmar Færø hevur havt nakrar trupulleikar við rygginum og spælir ikki í dag.

Hesir eru á bonkinum - kunnu gera seks útskiftingar í dag:

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen, Martin Agnarsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Adrian Justinussen, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Petur Knudsen.

Dysturin í georgiska høvuðsstaðnum byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Fylg við í beinleiðis bloggi her. Kringvarpið vísir dystin.

Sí eisini: Føroyingar skulu aftur flyta seg rætta vegin í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder