Fótbóltur

PSG vann stóra steypið í stórum stíli

Hetta er fyrstu ferð, at franska felagið vinnur Champions League. 5-0 sigurin á Inter er eisini størsti finalusigur higartil í søguni hjá kappingini.

Eftir tógvið stríð í nógv ár kundi stinni Marquinhos loksins lyfta steypið fyri PSG. Man skirvaði seg inn í søgubøkurnar í München (Mynd: EPA)

Eftir tógvið stríð í nógv ár kundi stinni Marquinhos loksins lyfta steypið fyri PSG. Man skirvaði seg inn í søgubøkurnar í München (Mynd: EPA)

2025-06-01 00:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan varð um eitt søguligt kvøld fyri franska høvuðsstaðarfelagið í Suðurtýsklandi. Hetta var ikki bert fyrstu ferð, at PSG kundi lyfta stóra silvursteypið - tað var eisini størsti finalusigurin yvirhøvur, síðani kappingin fór í gongd í 1955.

Tá var tað sum European Cup og við nógv færri liðum. Síðani fyrst í nítiárinum hevur heimsins fremsta kapping fyri lið borið navnið Champions League. Tað var eisini tíðliga í 1990'unum, at Marseille vann kappingina. 

Áðrenn finaluna á Allianz leikvøllinum í München í kvøld var tað einastu ferð, at eitt franskt felag hevði vunnið kappingina, sum upprunaliga var eitt hugskot hjá fraklendinginum Gabriel Hanot.

Hann hevði helst verið heilt fegin um at sæð franska høvuðsstaðarfelagið vinna stórsigur á Inter Milan 31. mai 2025. Italska felagið hevði snøgt sagt ongan møguleika, tá vælsmurda PSG-maskinan rullaði yvir mótsstøðuna.

Longu í 12. minutti skoraði fyrrverandi Inter-bakkurin Achraf Hakimi eftir frálíkt álop, og átta minuttir seinni varð Désiré Doué skrásettur fyri eitt meira heppið mál.

[object Object]
Spælarar og fjepparar hjá PSG kunnu fegnast um enn eitt mál (Mynd: EPA)

Vælupplagdi 19-ára gamli vongurin gjørdist tvífaldur málskjútti eftir snarálop í 63. minutti, og tá mundi øllum verið greitt, at hetta var tað: 3-0 og Inter var ikki nær við at bjóða PSG av. 

Georgiski Khvicha Kvaratskhelia, sum ikki fer at spæla við móti Føroyum fríggjadagin, økti kaldliga til 4-0 tíggju minuttir seinni. Hann spældi við Napoli fyrru hálvu av kappingarárinum og var harvið við at vinna italska meistaraheitið beint frammanfyri Inter. Í kvøld var hvirluvindurin Kvaratskhelia við at eyðmýkja Inter á størsta pallinum, og fimm minuttir fyri leiklok staðfesti innskifti 19-ára gamli Senny Mayulu stórsigurin.

[object Object]
Khvicha Kvaratskhelia: Eitt frálíkt keyp hjá PSG (Mynd: EPA)

Annað Champions League-finalutapið hjá Inter í trý ár, og hetta søguliga stóra tapið er helst tyngri á ymsan hátt. Metið áðrenn var 4-0/7-3.

Luis Enrique og PSG hava gjørt bart. Við millum annað nógvu ungum og kvikum monnum, hevur hevur spælt skjótan, vakran, klókan og samanhangandi fótbólt í flestu dystunum og sligið millum annað Liverpool og Arsenal út. Eitt væluppiborið heitið til liðið, sum er meira eitt lið enn í Neymar-Mbappé-Messi tíðini og "The Treble" er heima.

[object Object]
Tíggju ár eftir at hann vann Champions League við Barcelona, kann bóltsnillingurin og taktiskt snildi Luis Enrique aftur fegnast um stóra steypið. Hansara navn fer at vera fest væl inn í PSG-søgubøkurnar (Mynd: EPA)

Champions League-finala 2025
Allianz Arena, Munchen
PSG - Inter Milan 5-0 (2-0)
Désiré Doué x2
Achraf Hakimi
Khvicha Kvaratskhelia
Senny Mayulu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder