Fótbóltur

Rakk ikki til uppflytingarfinalu hjá Ranheim - hóast føroyskt mál

Áki Samuelsen legði Ranheim á odda 2-1 við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki, men Egersunds, ið Árni Nóa Atlason er leigaður til, skoraði tvær ferðir seint í dystinum.

Áki Samuelsen hevur sáttmála fyri næstu árini eisini, men áhugi hevur verið fyri føroyska U21-landsliðsliðskiparanum á hægri stigi eftir góðu avrikini í Noreg eisini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Áki Samuelsen hevur sáttmála fyri næstu árini eisini, men áhugi hevur verið fyri føroyska U21-landsliðsliðskiparanum á hægri stigi eftir góðu avrikini í Noreg eisini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-11-23 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áki Samuelsen hevur havt eitt frálíkt fyrsta kappingarár í norskum fótbólti. 21-ára gamli vongurin er byrjaður inni so at siga hvørja ferð hjá Ranheim, og hevur verið ein álopskendur profilur hjá liðnum og í næstbestu norsku deildini.

Havnarmaðurin hevyr 21 málstig (mál+upplegg) fyi Ranheim í 2015, og átti stóran leiklut í, at Ranheim kom í play-off umfarið um uppflyting.

Í gjár sendi Áki Samuelsen eisini Ranheim á play-off finalukós, tá hann skoraði við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Hetta var til 2-1, og so var trýst á Egersunds, sum hevði heimavøll. Talan er um felagið, sum seint í summar legiaði Árna Nóa Atlason úr Víkingi.

19-ára gamli føroyski miðvallarin hevur ikki spælt nakran dyst fyri besta liðið enn, men hann var í hópinum í gjár. Árni sat á bonkinum allar 90 minuttirnar.

[object Object]
Liðið, sum Árni Nóa Atlason fór til síðst í august, skal í næstu viku spæla um uppflyting. Ungi føroyski miðvallarin var í hópinum til hálvfinaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist Egersunds at javna í 84. minutti, og at avgerða við beinleiðis frísparki í 95. minutti. 

Harvið 3-2 og stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum, sum í næstu viku skulu spæla um uppflyting til Eliteseriuna móti Aalesund. Liðini hittast mikudagin

Hinvegin vónbrot hjá Ranheim sum verður verandi í OBOS-deildini. Áki Samuelsen hevur sáttmála fyri næstu árini eisini, men áhugi hevur verið fyri føroyska U21-landsliðsliðskiparanum á hægri stigi.

Dagført: 18.04

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder