Danska stórfelagið í kvinnufótbólti, FC Nordsjælland, hevur nú tryggja sær 16 ára gomlu Sara Benjaminsen, sum er millum gávuríkastu ungu fótbóltsspælarar í Føroyum.
FC Nordsjælland boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við Saru Benjaminsen, ið er dóttir fyrrverandi landsliðsskiparan, Fróða Benjaminsen.
Hóast sín unga aldur, hevur Sara verið føst á besta kvinnuliðnum hjá Skála ÍF. Sambært Faroesoccer, spældi hon 20 dystir við Skála ÍF í 2024, tá hon skoraði 14 mál. Og í fjør spældi hon 26 dystir og skoraði ikki færri enn 33 mál.
Harafturat er Sara Benjaminsen skrásett fyri 14 dystir á U15 landsliðnum, 19 á U17 landsliðnum og 3 dystir á U19 landsliðnum.
(Mynd: fcn.dk)
Sara verður nú liðfelagið hjá eini aðrari, ið er føst og fús á føroysku ungdómslandsliðunum, javngomlu Káru Sigurðsson, sum í nøkur ár hevur spælt við felagnum, sum er heimahoyrandi í Farum.
Sara Benjaminsen fegnast um nýggjan sáttmálan. Við fcn.dk sigur hon, at hon er spent uppá at verða liðfelagi við Káru Sigurðsson.
- Tað kennist gott at koma higar. Eg valdi FC Nordsjælland, tí umstøðurnar eru góðar fyri at mennast, og tað hóskar til mín álopssinnaða leikstíl. So nú gleði eg meg til at hitta mínar liðfelagar, sigur Sara Benjaminsen millum annað.
Sara Benjaminsen (nr. 7), Kára Sigurðsson (9) og Nita á Lakjuni (18) fegnast eftir ein sigur við U17 landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald