Fótbóltur

Seinasta umfarið: Einki avgjørt men Føroyar hava alt í egnum hondum

Stig móti Slovenia er nóg mikið - líkamikið hvat hendir í hinum dystinum. Her ber til at síggja, hvat skal til fyri at føroyingar sleppa til Malmö.

Tvey lið koma víðari úr bólkinum, og um føroysku fjeppararnir vilja til Malmö, so er møguliga neyðugt at vinna stig móti Slovenia í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey lið koma víðari úr bólkinum, og um føroysku fjeppararnir vilja til Malmö, so er møguliga neyðugt at vinna stig móti Slovenia í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-20 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Úrslitini í Unity leikhøllini sunnukvøldið høvdu við sær, at Føroyar komu í frálíka støðu í bólkinum undan seinasta umfari.

Harvið er støðan í bólki D soleiðis eftir tvey umfør - tvey lið koma víðari til Malmö:

1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Føroyar 3 stig (+13)
---------------------------
3. Sveis 1 stig (-3)
4. Montenegro 0 stig - úti

Tvey lið koma víðari. Trý umfør skulu spælast

Sí eisini: Føoyar kunnu spæla seg víðari við stigi móti Slovenia týskvøldið

Og tú sum lesur hetta, hevur kanst hoyrt heilt fitt um Malmö síðani sunnukvøldið, og at Føroyar so gott sum eru víðari í EM - ella at tað kanska er uppá pláss.

Veruleikin er tó, at nógv kann henda á seinasta leikdegi í bólkinum. Niðanfyri hava vit gjørt eitt stutt yvirlit.

Hvat skal til fyri at Føroyar koma víðari til EM-miðumfarið:

1. At Sveis IKKI vinnur móti Montenegro

Vit taka hetta fyrst, tí Sveis og Montenegro spæla fyrst (klokkan 17 føroyska tíð). Sveis hevur alt at spæla fyri, meðan Montenegro er úti eftir tvey tap. Hetta kann fáa stóran týdning: Sveisar fara eftir at vinna so stórt sum gjørligt, tí um Føroyar tapa, so skal Sveis vera frammanfyri í málúrtøku, um so er.

Skuldi tað óvæntaða hent, at Montenegro ger nakað við Sveis og fær stig, so er spurningurin um víðari luttøku svarað, áðrenn føroyingar fara á hallargólvið í kvøld: So eru Føroyar víðari, og tað verður "bert" ein spurningur um stig víðari.

2. Føroyar fáa stig móti Slovenia

Tað á pappírinum einfalda men í veruleikanum eisini trupla: Føroyingar hava trý stig og kunnu avgerða hetta sjálvir - sjálvt um Sveis vinnur áðrenn.

Harvið er javnleikur nóg mikið. Ein sigur merkir, at Føroyar vinna bólkin og fara til Malmö við tveimum stigum í skjáttuni.

Sí eisini: Slovenski venjarin gleðir seg til føroysku fjøldina

Hvat skal til fyri at Føroyar IKKI fara víðari:

At Sveis vinnur á Montenegro, og at Føroyar síðani tapa - samstundis sum ein málmunur á 16 lið koppar hinvegin.

Tað vil siga, at Sveis til dømis skal vinna við elliivu málum á Montenegro, og Føroyar síðani tapa við minst seks málum fyri Slovenia.

Hetta er ikki so sannlíkt, Men av tí at Sveis einki hevur at missa, og Montenegro einki hevur at spæla fyri, so kann munurin har gerast stórur.

Tað er meira sannlíkt, at Sveis vinnur ógvuliga stórt, enn at Føroyar tapa stórt móti Slovenia, men føroyingar kunnu avgjørt fáa alt at spæla fyri. Man veit hvat verður neyðugt stutt áðrenn, og liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen skal hugsavna seg um egna uppgávu.

Hvat um Føroyar og Sveis bæði enda við trimum stigum: 

- Tað endaði við javnleiki í innanhýsis dystinum millum liðini. Harvið verður málúrttøka avgerandi, um Sveis vinnur í kvøld, og Føroyar síðani tapir. Her standa Føroyar væl í løtuni, men tað kann sum nevnt ganga skjótt í Sveis - Montenegro. Síðani kann tað møguliga leggja trýst á føroyingar.

Seinasta umfar í bólkinum - týsdagin 20. januar:
17.00: Montenegro - Sveis
19.30: Føroyar - Slovenia

Fylg við á beinleiðis bloggi á Portalinum sum byrjar undir upphitingini seinnapartin - Upptaksending verður frá Norrønu klokkan 11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder