Fótbóltur

Seinasti hálvi tímin bjargaði trimum stigum

Føroyar lyftu sítt spæl munandi, innskiftararnir gjørdu mun á Gibaltar, og Martin Agnarsson gjørdist sigursharri við sínum fyrsta landsliðsmáli.

Martin Agnarsson varð avgerandi á Gibraltar í sínum fyrsta kappingardysti frá byrjan á A-landsliðnum

Martin Agnarsson varð avgerandi á Gibraltar í sínum fyrsta kappingardysti frá byrjan á A-landsliðnum

2025-09-08 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gibraltar (Portalurin): Arbeiðið er fullført: Tveir dystir móti Gibraltar og seks stig.

Hetta var tað, sum man setti sær fyri móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, og man vildi yvir í øllum førum fýra stig.

Føroyar framdu hetta í kvøld, men tað var ikki pent.

Fyrsta lítla tíman livdu føroyingar ikki upp til favorittleiklutin. Í verjustøðu var tað gott, tí heimaliðið einki slapp at skapa. Við bólti var tað tó als ikki nóg gott: Føroyar høvdu leikligu yvirvágina men skaptu einki í opnum spæli. Nógvar tekniskar villur vórðu gjørdar, og røttu renningarnar vóru ikki har.

Eingin skifting varð framd í steðginum. Fyrstu minuttirnar í 2. hálveiki hevði Mattias Lamhauge tvær góðar bjargingar, har hann syrgdi fyri, at Gibraltar ikki kom á odda.

Síðani hevði heimaliðið ongan veruligan málmøguleika, og Føroyar sótu á so at siga øllum. Eitt mál lá skjótt í luftini eftir trýfaldu innskiftingina: Fyrst rakti Samuel Chukwudi tvøtræðið, og síðani kastaði seinasti verjuspælarin seg fyri skoti hjá innskifta Jóan Símuni Edmundsson.

Áleyparin gjørdi sanniliga mun í sínum metdysti (nummar 96), men tað var vinstri vongbakkurin, Martin Agnarsson, ið gjørdist sigursharrin. 21-ára gamli maðurin var fyrstur á returbólti eftir gott álop og skot hjá liðformanninum Brandi Hendriksson.

Síðani hildu Føroyar fast og vóru eisini nær 2-0 málinum. Einasta vandastøðan nær okkara málið var, tá Tjay De Barr hevði góða sending afturum verjuna, men Samuel Chukwudi spurtaði aftur í brotsteigin og órógvaði áleyparn, so hann ikki fekk skot ár.

Meira herfrá seinni

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1

Føroyar (5-4-1):  Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð.

Eftir 59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen inn

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 3 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder