Eftir rúma tíð við fyrireikingum, venjingardystum og øðrum fæst okkurt eitt sindur meira ítøkiligt at fyrihalda seg til í føroyska fótbóltsárinum 2026.
Gamaní er ikki talan um ein "veruligan" kappingardyst, men steyp er uppá spæl í stórsteypadystinum, og tað er meira enn ein venjingardystur.
KÍ fór avstað við greipuni í 2025 og tapti ongan dyst á føeoyskari jørð. Tað gjørdi HB heldur ikki, eftir André Olsen tók við í mai, og í innanhýsis dystunu eftir tað endaðu við javnleikum.
Í kvøld kunnu vit fáa eitt sindur greiðari svar uppá, hvussu arvafíggindarnir hvør í sínum lagi eru fyri í 2026. Gamaní hava bæði liðini nakrar skaðar, og HB hevur ikki allar sínar spælarar uppá pláss.
Sí eisini: Nýggi áleyparin hjá HB hevur seinast spælt í Skotlandi
![]()
René Shaki Joensen, sum er uppvaksin í júst HB, í stórsteypatapinum hjá KÍ í 2024. Tað gav eitt tekin um, at árið hjá táverandi FM-vinnarin ikki fór at ganga eftir ætlan. Shaki er nú langtíðarskaddur og spælir eftir øllum at døma ikki aftur fyrrenn í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Av tí at KÍ vann bæði stóru steypini hjá monnum í fjør, eru silvurvinnararnir úr HB hitt liðið í stórsteypadystinum. Liðini spældu venjingardyst í Klaksvík fyrr í mánaðinum. Tá endaði tað 2-0 til KÍ.
Liðið hjá Magnusi Powell tapti fyri viku síðani 3-0 móti B36 og fekk harvið eina ávaring stutt fyri kappingarbyrjan.
Stórysturin byrjar klokkan 17, og FM1 sigur frá. Rúni á Reynatrøð og John Petersen fara at sita til reiðar við mikrofonirnar.
Til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum.
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald