Í kvøld verður síðsta punktum sett fyri bólkaspælinum í undankappingini til HM 2026, sum verður í USA, Kanada og Meksiko næsta summar.
Liðið er sett, og tað er greitt at René Shaki Joensen fær møguleikan aftur. Hetta er hansara fyrsti dystur síðani í mars, tá spælt varð í Montenegro.
Hópurin hevur fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna í kvøld, sum er ímóti nummar 11 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Ferðalagið kom til Kroatia seinnapartin týsdagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum vera Hanus Sørensen, Geza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen og Árni Frederiksberg, og fremsti maður verður Meinhard Egilsson Olsen.
![]()
Á beinkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Ási Dam, Arnbjørn Svensson, Jóannes Bjartalíð, Gullbrandur Øregaard, Páll Andrasson Klettskarð, Martin Agnarsson, Jóan Símun Edmundsson, Adrian Justinussen, Petur Knudsen og Jann Benjaminsen.
Undan dystinum er Kroatia fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar eru á triðja plássi við 12 stigum. Montenegro er nummar fýra við seks stigum, og aftast er Gibraltar við ongum stigi.
HM undankappingardysturin millum Kroatia og Føroyar verður spældur á HNK Stadion í Rijeka í kvøld klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald