
- Eg trívist ómetaliga væl í KÍ, og tað er altíð stuttligt at spæla við í toppinum í føroyskum fótbólti. - Umhvørvið kring KÍ er eisini fantastiskt, og at spæla á heimavølli, og hoyra og føla uppbakningin frá viðhaldsfólkum er heilt ótrúliga lekkurt, s
Hetta sigur René Shaki Joensen, ið hevur verið í felagnum síðani 2022, við ki.fo. Hetta í sambandi við, at 32-ára gamli havnarmaðurin hevur skrivað undir nýggjan eitt-ára sáttmála.
Hann eigur sín leiklut í frálíku byrjanini uppá árið hjá KÍ: Tíggju sigrar í tíggju kappingardystum. Fjølbroytti og hartarbeiðandi landsliðsspælarin sær eisini fram ímóti evropeiskum dystum í summar - hesaferð byrjar KÍ í 1. umfari í Conference League.
- Evropa ævintýrið var eisini ótrúliga spennandi, og vit hava aftur í ár ein sera sterkan hóp, ið avgjørt eisini kann kappast úti í Evropa, hóast eitt sindur av hepni eisini skal til, um vit skulu náa eitt bólkaspæl aftur hesaferð.
René Shaki Joensen eftir mál hansara í Conference League-bólkaspælinum í 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hyggja longu fram ímóti 2026
Magnus Powell er eisini væl nøgdur við, at sáttmáli nú er longdur við Shaki.
- Shaki er ein ótrúliga góður leikari, ið kann røkja fleiri pláss á vøllinum. Hann er hartarbeiðandi, seriøsur og hevur rætta vinnaraviljan, og tí eri eg ómetaliga glaður um, at sáttmálin nú er longdur við hann, sigur svenski venjari við heimasíðu felagsins.
Nýggi sáttmálin er galdandi alt kappingarárið 2026, og hóast man í KÍ vil megna nógv ymiskt í 2025, so er næsta ár eisini frammarliga í tonkunum.
- Vit hyggja longu nú inn í komandi kappingarár, og hetta er ein liður í at tryggja okkum ein góðan, kappingarføran og breiðan hóp.
Næsta uppgáva hjá Powell, Shaki og KÍ er tann størsta higartil í ár: Oddabrak við Løkin fríggjakvøldið klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald