
- Eg hevði hildið meg eitt sindur, tí eg var ikki heilt 100 prosent. Men eg kendi bara á mær har, at hatta fór at vera tað…eitt perfekt innlegg, eg rakti ikki bóltin so væl, men lílamikið: Alt er fantastiskt nú.
René Shaki Joensen í nærdysti við NSÍ-málskjúttan Aron Kundsen
(Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá oddabrakinum her
Sí eisini: KÍ tók stórt fet í oddastríðnum
Eftir 2-1 sigurin setti René Shaki Joensen orð á inntensa oddadystin við “fantastisku” áskoðarunum. Støðufasti vinstri bakkurin skoraði sigursmálið fyri ósigraða oddaliðið.
Fyrr í vikuni gjørdi 31-ára gamli fjølbroytti spælarin nýggjan sáttmála við KÍ. Havnarmaðurin sigur eftir søta sigurin í kvøld, at teir í KÍ trívast í støðuni eftir ein perfektan fyrsta triðing.
Hoyr alt prátið omanfyri.
1.200 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin við Løkin í kvøld. Hetta er helst met, og settu mongu fólkini sín dám á. - Hevði tað altíð verið so, sigur René Shaki Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald