Fótbóltur

Sí fyrsta málið hjá Mattiasi Hellisdal í Svøríki

Ungi miðvallarin legði Västerås á odda og var millum annað eisini við í 3-0 málinum - fríggjadagin skal Mattias royna seg móti Fraklandi.

2025-10-06 14:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mattias Hellisdal fekk eina frálíka byrjan, tá hann loksins fekk møguleikan í næstbestu svensku deildini.

19-ára gamli havnarmaðurin skoraði til 1-0, tá hann var til reiðar og kaldur, eftir at ein "leysur bóltur" kom ímóti honum í brotsteignum.

Ungi føroyingurin átti eisini okkurt í øðrum málum í 6-1 sigrinum hjá Västerås á Östersunds - tað var Mattias Hellisdal, sum vann bóltin í høgum trýsti, í sambandi við 3-0 máli.

Sí málini niðanfyri ella á Youtube - Mattias spælir í nummar 30 hjá teimum grøn-hvítu.

Fríggjadagin spælir Mattias Hellisdal aftur í Føroyum - fyri fyrstu ferð síðani B36 seldi hann til Svøríkis. Hetta verður í Klaksvík klokkan 17, tá Frakland vitjar í U21-landsdysti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder