Fótbóltur

Siga frá HB - AB klokkan 15 og B68 - EB/Streymi 17.15 - síðani 3. Hálvleikur klokkan 19.30

KÍ og Skála spæla klokkan 15 og harvið tríggir dystir í Meistaradeildini hjá monnum í dag. Til ber at fylgja gongdini á Portalinum og fylgja við á FM1 frá klokkan 15 til klokkan 20.30.

B68 og EB/Streymur hava nógv uppá spæl á Svangaskarði í dag (Mynd: Sverri Egholm)

B68 og EB/Streymur hava nógv uppá spæl á Svangaskarði í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 8. umfari í Meistaradeildini hjá monnum eru á skránni í dag.

Oddadystur millum NSÍ og B36 verður spældur í morgin , og 07 Vestur vitjar Víking. Hesar uppgerðirnar eru mánadag, av tí at NSÍ og 07 Vestur spældu steypadyst hóskvøld.

Sí eisini: KÍ - NSÍ og HB - Víkingur í hálvfinalunum í steypakappingini

8. umfar í Meistaradeildini 
Í dag, sunnudagin 3. mai

15.00: HB - AB (FM1)
15.00: KÍ - Skála

17.15: B68 - EB/Streymur (FM1)

Í morgin, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur

Í dag sendir FM1 frá fótbólti frá beint áðrenn klokkan 15 til umleið klokkan 19.30. 

Fyrst verður Trygvi Absalonsen í Gundadali har HB og AB, við eins nógvum stigum hittast.

Klokkan 17.15 byrjar "Bátafestivalsdysturin" um týðandi stig í niðaru hálvu av stigatalvuni. Brynjar Poulsen sigur frá á Svandaskarði, har EB/Streymur vitjar.

[object Object]
Støðan undan 8. umfari

Eftir dagsins seinsta dyst senda vit 3. Hálvleik á FM1, har Trygvi Absalonsen tekur samanum við gestum, og ymiskar samrøður vera at hoyra.

Fóttbóltsskýlið frá fríggjadegnum verður eisini endursent áðrenn frásagnirnar. Hettta klokkan 14.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder