Eftir sigurin hjá NSÍ á HB í gjár, er støðan í oddinum rímilga greið, nú fyrsti triðingur fer at koma at enda - og støðan verður greiðari í kvøld.
KÍ og B36 besta samaan í Gundadali. Tey bæði einastu ósigraðu liðini í landskappingini, har tó við øllum fyritreytunum og í úttrykki hevur sæð betri út hjá B36.
Sí eisini: Dávid Biskopstø Andreasen: - Tað vit ætlaðu áðrenn dystin - hava bestu áskoðarar í Føroyum
Spurningurin er so, hvør KÍ-útgáva tað verður í dag: Tað liðið, sum vann á HB á sama staði fyri 13 døgum síðani ella tað, sum fyri stuttum hevur spælt javnleikir móit uppflytarunum.
B36 basti NSÍ mánakvøldið og kann taka oddasessin aftur við sigri í kvøld. KÍ skal ikki tapa - so verða ávikavist fýra og fimm stig upp til NSÍ og B36.
Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 17, og FM1 sigur frá dystinum - Trygvi Absalonsen fer at leiða lurtaran ígjøgnum eitt helst spennandi kvøld í Gundadali.
9. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 9. mai
17.00: B36 - KÍ (FM1)
Sunnudagin 10 mai
15.00: Víkingur - EB/Streymur (FM1)
17.15:
Skála - AB (FM1)
07 Vestur - B68
Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Í gjár, fríggjdagin 8. mai
NSÍ - HB 2-1 (1-0)
4' Michal Przybylski (Marius Kryger Lindh) 1-0
24' Storm Bugge Pettersen 1-1
51' Michal Przybylski (Jann Julin Benjaminsen) 2-1
Les eisini: NSÍ aftur oddalið og HB í heldur trongari støðu
Støðan
![]()
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald