Fótbóltur

Sigur til Allan og Bjarna í føroyingauppgerð

Jóhannes Bjørgvin skeyt annars fimm mál í byrjanardystinum í íslendsku kappingini, men Valur var omaná allan vegin í Garðabær og vann við fimm málum.

2025-09-04 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sjálvum byrjanardystinum í Olís deildini hjá monnum vór tríggir føroyingar á vøllinum.

Tað gjørdist tó ongantíð ordiliga spennandi, tá Valur - sum sambært teimum flestu er meistarafavorittur vann. Hetta millum annað tí at Stjarnan bert skoraði tvey mál fyrsta korterið.

Hetta skrivar handbolti.is um dystin í Garðabær.

Valur vann 32-27 eftir hálvleiksstøðuna 14-10.

Bjarni í Selvindi var ikki eins nógv við, sum í nógvum dystum í fjør. Hann spældi umleið 20 minuttir í dystinum. Skálamaðurin skoraði tó eitt mál móti Stjarnuni og syrgdi fyri, at Jón Ásgeir Eyjólfsson fekk beinleiðis reytt kort longu eftir 10 minuttir: Hetta fyri ógvusligt brot móti Bjarna.

Allan Norðberg hevði ein góðan dyst fyri Val. Royndi lámi spælarin skeyt fýra mál.

Hóast Stjarnan tapti, so var tað persónliga ein góður dystur hjá Jóhannesi Bjørgvin. Vinstri vongurin skoraði fimm mál - næstflest mál hjá Stjarnuni.

[object Object]
Jóhannes Bjørgvin (Savsmynd: Harald Bjørgvin)

Jóhannes og liðfelagirnir hava ógvuliga týðandi uppgerð leygardagin. Tá tekur liðið móti rumenska Minaur Baia Mare í seinna play-off dystinum í European League. Tað stendur á jøvnum eftir fyrra dystin millum liðini.

Valur spælir ikki í evropeiskari kapping í ár - farið verður eftir íslendska meistaraheitinum.

Fram er verandi meistari, og hevur í ár leigað Dánjal Ragnarsson. Fram spælir í kvøld klokkan 18 móti FH.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder