Skála og Meistaradeildin misti toppskjúttan í síðstu viku, tá GAIS keypti Simon Jørgensen leysan.
20-ára gamli vinstri vongurin er longu komin í gongd í Göteborg. Hann sat á bonkinum í landskappingardystinum móti AIK leygardagin, og kom inn tá ein hálvur tími var eftir í Europa League-dysti í kvøld.
Har gjørdi GAIS, sum Meinhard Egilsson Olsen áður hevur spælt fyri, bart, og vann 1-0 á favorittunum úr FC Nordsjælland.
Seinni dysturin verður spældur í Farum um eina viku.
Simon Jørgensen varð toppskjútti í 1. deild í fjør við 27 málum og var toppskjútti í Meistaradeildini við sjey málum, tá farið var í summarsteðgin. Hann kom til FC Hoyvík, í 1. deild, fyri tveimum árum síðani.
Skála fekk, sambært svenskum miðlum, umleið 350.000 krónur fyri evnaríka danan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald