Fótbóltur

Sjey FC Suðuroy-nevndarlimir við á Gibraltar: - Styrkir samanhaldið og sambandið

Eyðbjørn Thomsen, formaður, setur orð á “formanstúrin”. Hann tippar 3-0 til Føroyar mánakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-06 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta gevur nakað til samanhaldið okkara ímillum og eisini um sambandið hjá nevndarlimunum við fólk í hinum feløgunum.

Eyðbjørn Thomsen hevur verið formaður í FC Suðuroy seinastu árini og í nevndini leingi. Hann hevur tískil verið til nakrar formanstúrar - tað er tann árligi túrurin til ein útidyst hjá manslandsliðnum, har forfólkini verða bjóða, umframt at onnur í nevndum og hjá stuðlum kunnu keypast við.

- Hetta er altíð nakað serligt og stuttligur, staðfestir sumbingurin.

Hesaferð er tað nakað serligt hjá FC Suðuroy, tí felagið hevur sjey av sínum átta nevndarlimum við á túrinum til Gibraltar.

Eyðbjørn Thomsen vil ikki siga so nógv um skránna á túrinum, sum plagar at hava fitt av hugna, men hann tippar 3-0 til Føroyar.

Flogfarið hjá Atlantic Airways var næstan fullfermt. Tað fleyt beinleiðis úr Vágum til Malagá í kvøld, og setti seg umleið klokkan 21.30.

Spælararnir og toymi koyra í løtuni til Gibraltar. Forfólkini við fylgi búgva í Spania. Føroyar spæla HM-undandystin mánadagin 8. september klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder