Fótbóltur

Skaðin hjá Óla Mittún er ikki so álvarsamur

Føroyski profilurin fær ikki spælt í Champions League í kvøld, men hann verður tøkur fyri GOG skjótt. Talan er um eina fipurspreinging beint við økslina.

Óli Mittún kennir seg lættan, nú skaðin er staðfestur - tað kundi verið væl verri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún kennir seg lættan, nú skaðin er staðfestur - tað kundi verið væl verri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At fáa ein skaða í skotarmin ella økslina er ein av marrunum hjá hondbóltsspælarunum. So tá Óli Mittún varð liggjandi við pínu og síðani fór av vølli, eftir at Felix Møller hevði tikið harðliga í skotarm hansara, so var tíð at stúra: Hjá Óla Mittún, teimum í GOG og hjá føroyskum hondbóltsáhugaum.

Hendingin fór fram í Aalborg leygardagin. Eftir dystin staðfesti høvuðspersónurin sjálvur, at hann var stúrin: Tað kendist ikki serliga væl. 

Sí eisini: Óli Mittún skaddur av vølli í stóruppgerð: - Tað sær ikki so gott út

Tíðliga í hesari vikurni eru kanningar gjørdar, og tíbetur sær talan ikki út til at vera um ein álvarsaman skaða.

Fyrst Kringvarpið, og síðani danska TV2, skriva, at talan er um ein líltan fipuskaða (slysni) í vøddunum kring høgru øksl. Ein skaði sum í ringasta fall heldur 20-ára gamla føroyinginum úti í tríggjar vikur 

-  Eg havi sæð sovornar støður óteljandi ferðir, ið enda við skaðum, sum halda spælarum uttanfyri nógv longur enn tað, sum eg havi fingið staðfest. Tað er sjálvandi sera positivt. Tað var ringt hjá mær at meta um, hvussu ringur skaðin var, tí eg ikki havi prøvað nakran álvarsligan skaða. Eg var eitt sindur stúrin úti á bonkinum, má eg viðganga, sigur Óli Mittún við Kringvarpið.

Við danska TV2 sigur venjarin hjá GOG, Kasper Christensen, at hann, Óli Mittún, og tey rundanum anda lættari nú - millum annað eisini tí at bakspælararnir Frederik Emil Pedersen og Kasper Käll fingu verri skaðar í dystinum í Barcelona í síðstu viku.

GOG hevur í kvøld truplan heimadyst í Champions League móti ungarska Pick Szeged. Óli Mittún sleppur ikki at spæla móti fyrrverandi Sävehof-venjara sínum Michael Apelgren. Tað er tó møguleiki fyri, at hann er til reiðar til uppgávuna í 3. umfari í bólkaspælinum - í næstu viku móti Eurofarm Pelister.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder