
12 stig fleiri og 57 mál betri enn nummar trý nú fýra umfør resta í.
Soleiðis sær út hjá Skála í næstbestu mansdeildini. Hóast B71 vann í evstu løtu í Klaksvík í dag, so er nú greitt, at sandoyingar, sum eru á 3. plássi, bert á pappírinum kunnu fáa fatur á Skála.
Tvey lið flyta upp, so støðan hjá teimum appelsinlittu er ikki so galin.
Í 23. umfari vann Skála sín 20. sigur í 1. deild í ár. Hetta var í Sørvági, har niðurflytingin hjá næstbesta liðnum hjá 07 Vestur samstundis var staðfest.
Sum so ofta fyrr í ár, gekk Simon Jørgensen á odda í álopskenda spælinum hjá Skála. Ungi og kviki danin skoraði tvey mál, og toppskjúttin í 1. deild legði eisini upp til eitt mál í 4-0 sigrinum. 19-ára gamli Markus Isaksen skoraði sítt 20. mál í ár, og Rói Dahl-Olsen kom eisini á máltalvuna.
Skála hevur eisini víst støðufesti í verjupartinum við bert at lata tólv mál inn. Liðið hjá Paula Poulsen skal bert hava eitt stig seinastu fýra umførini - ella at B71 fer av vølli onkran dyst - fyri at endaliga staðfesta uppflyting.
Felagið flutti eisini upp í 2021 og 2023. So fer tað at snúgva um at ikki flyta niður úr Betrideildini beinanvegin aftur.
AB verður helst eisini at síggja aftur í Betrideildini í 2026. Í øðrum árinum á rað í 1. deild hevur AB 59 stig fyri 23 umfør - liðið vann týðandi 1-0 sigur á B36 í dag. Níggju stig eru niður til B71. Tey á Sandi mugu helst ásanna, at tað aftur var ov stutt í ár.
Støðan í næstbestu mansdeildini, nú fýra umfør resta í. Tvey lið flyta beinleiðis upp:
Yvirlit yvir dystirnar sæst ovast á Roysni - í Fuglafirði varð avblást vegna veður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald