Endin á fyrsta triðingi staðfesti, hvussu tætt Meistaradeildin er - í tveimum ella nærum trimum ymiskum bólk, har tað tó eisini er tætt í nógvum dystum millum lið úr ymisku "bólkunum".
Í topp-trý eru trý stig millum nummar eitt og trý eftir tveir oddadystir hesa vikuna.
Sí eisini: NSÍ oddalið eftir fyrsta triðingin - B36 eitt stig aftanfyri og KÍ trý
Síðani hava trý lið ellivu stig: Víkingur, HB, AB og B68. Hetta er jaligt fyri tvey tey síðstnevndi - hóast AB tapti í dag. HB hevur verið veruligt vónbrot eftir góðu gongdina seinastu stóru fimm mánaðirnar í fjør.
![]()
Víkingur vinnur ov sjálvdan
Víkingur spældi í dag fjórða dystin á rað móti einum liði, sum er lægri á stigatalvuni. Allir hesir dystirnir eru endaðir við javnleiki (Skála, B68, 07 Vestur og EB/Streymur)
Nógvir ungir mans eru við, spælið sær í løtum gott út, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur tvey tap móti oddaliðum, har tað saktans kundi endað við stigum (í Klaksvík og í Runavík). Men samstundis hevur liðið úr Eysturkommunu bert tveir sigrar eftir fyrsta triðing, og tað er ov lítið hjá Víkingi, sum er ov óhvasst í og kring brotsteigin hjá mótstøðuliðnum.
Stóru trupulleikarnir hjá Víkingi at skora hildu fram í Streymnesi. Jákup Johansen skoraði til 1-1, eftir at Mikkjal Hellisá hevði lagt EB/Streym á odda við góðum stútara beinanvegin. Men talan var um reint málverjudropp hjá Jóannesi Davidsen.
Júst Jákup átti tveir aðrar stórar møguleikar, Jørgen Nielsen skeyt tvær ferðir á yvirleggjaran, og Jóannes Davidsen reisti seg í 2. hálvleiki við góðum bjargingum og tryggum spæli.
![]()
Aron Benjaminsen - her liggjandi - hevði nógv at bjóða uppá eftir steðgin. Men tað leiddi ikki til Víkinga-mál (Mynd: Jens Kr. Vang)
Aron Benjaminsen átti nógvar góðar atgerðir. Kviki og snildi 18-ára gamli vongurin setti ferð eftir ferð spælarar av, men mál kom ikki burturúr hjá Víkingi: Bert níggju mál í eins nógvum dystum í landskappingini, og tað er tað sama, sum liðið hevur skorað í tveimum steypadystum.
EB/Streymur er nú niðast, men hetta var sum so eitt fínt stig eftir leikgongdini: Innskifti Thomas Bjørn Miezan hevði eisini tveir góðar møguleikar. Í EB/Streymi skal man betri duga at vinna sær stig í innanhýsis botndystum í øðrum triðingi.
![]()
Thomas Bjørn Miezan við bóltinum. Hann hótti tvær ferðir málið hjá Víkingur eftir innskiftingina
Jákup Johansen og Laurits Nørby. Jákup er skrásettur fyri málið hjá Víkingi, men hann og hinir kunnu iðra seg um aðrar møguleikar (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir úr Streymnesi her
Gott kvøld hjá Skála og B68
Fyrst fýra tap á rað, síðani fýra javnleikir mótí topp-fimm liðum og nú loksins ein sigur. Tað skuldu níggju royndir til hjá Skála, tíggju við steypaósigrinum móti 07 Vestur, fyri at fáa ein sigur.
Tað glapp hjá Paula Poulsen og hansara monnum á heimavølli móti hinum uppflytarunum. AB hevur bergtikið í løtum í ár, men í dag fóru argjamenn við ongum eftir ein javnan og inntensan dyst.
Einasta málið kom stutt fyri steðgin: Tað var Simon Jørgensnen, sum umsetti brotsspark trygt. Hetta var eftir, at bólturin kom í armin á Luca Thorsteinsen. Simon hevur skorað fýra av teimum sjey málunum hjá Skála.
AB søkti at eftir steðgin á Skála, og strandingurin Brian Jakobsen rakti tvørtræðið. Men hetta var kvøldið hjá Skála, ið kom uppum niðurflytingarstrikuna og harvið eisini gjørdi "botn-seks" ella "botn-trý" uppaftur tættari.
![]()
![]()
Spælarar og áskoðarar hjá heimaliðnum fegnast (Myndir: Jens Kr. Vang)
Fleiri myndir av Skála síggjast her
B68 slapp sær nakað burtur frá niðurflytingarstrikuna við søtum sigri í Sørvági - móti beinleiðis kappingarneyta.
Málini komu seint í dystinum: Franski áleyparin Loick Lespinasse hevur verið fonfur fyri B68, og í 77. minutti í kvøld sló hann til. Nakrar minuttir seinni økti Aron Reinert Hansen eftir deyðbólt, og so var 2-0 sigur í hús.
B68 hevur nú ellivu stig og fýra stig niður til júst 07 Vestur og niðurflytingarstrikuna. Sum heild ein væl og virðiliga góðkendur fyrsti triðingur á Svangaskarði.
9. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 10 mai
Víkingur - EB/Streymur 1-1 (1-1)
3' Mikkjal Hellisá (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
17' Jákup Johansen 1-1
Skála - AB 1-0 (1-0)
43' Simon Jørgensen, br 1-0
07 Vestur - B68 0-2 (0-0)
77' Loick Jean Henri Lespinasse (Patrick Mensah) 0-1
84' Aron Reinert Hansen (Marjus Nón)
Í gjár, leygardagin 9. mai
B36 - KÍ 1-1 (1-0)
24' Bartal Páll Klein (Torgeir Børven) 1-0
66' Árni Frederiksberg, br (Páll Klettskarð) 1-1
Myndir: Eitt mál hvør í leygarkvøldssólini
Fríggjdagin 8. mai
NSÍ - HB 2-1 (1-0)
4' Michal Przybylski (Marius Kryger Lindh) 1-0
24' Storm Bugge Pettersen 1-1
51' Michal Przybylski (Jann Julin Benjaminsen) 2-1
Les eisini: NSÍ aftur oddalið og HB í heldur trongari støðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald