Fótbóltur

Skelkur í Streymnesi: Føroyameistararnir fingu ikki fult móti EB/Streymi

Sterkt verjuavrik hjá heimaliðnum, sum vann sær ársins fyrsta stig og eisini hevði nakrar stórar møguleikar - KÍ var hinvegin so at siga tannleyst størsta partin av dystinum, har tað endaði málleyst: Magnus Powell.

Patrik Johannesen hevði ein av størstu møguleikunum hjá KÍ, men annars var EB/Streymur nærri við at vinna sær trý stig: Fyri fyrstu ferð síðani 2017 fór KÍ av vøllinum móti EB/Streymi uttan at vinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen hevði ein av størstu møguleikunum hjá KÍ, men annars var EB/Streymur nærri við at vinna sær trý stig: Fyri fyrstu ferð síðani 2017 fór KÍ av vøllinum móti EB/Streymi uttan at vinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-20 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ legði fyri við at vinna 6-1 í Sørvági í 1. umfari, har sigurin væl kundi verið størri, og so skuldi man trúð at alt var við tað gamla.

Men móti NSÍ á heimavølli í síðstu viku var tað lítið sannførandi hjá KÍ, og eitt stig var ikki ov lítið hjá greipuvinnarunum í stórdystinum.

Í Streymnesi í kvøld hevði liðið hjá Magnusi Powell møguleikan at fyribils leggja seg á odda í Meistaradeildini, tá stigleysa liðið úr Sundalagnum tók ímóti. Men ístaðin fór KÍ, fyri fyrstu ferð síðani 2017, av vøllinum móti EB/Streymi uttan at vinna.

Útiliðið hevði sum væntað bóltin nógv meira fyri steðgin men fyri uttan eina roynd hjá Jóannes Kalsø Danielsen, skapti KÍ so at siga einki: Okkurt ófarlig langskot og annars seint og hugflogleyst spæl, umframt nógv minni góð innlegg - serliga frá Daniel Johansen sum alt ikki rakti sítt vanliga stig, og síni innlegg, á vøllinum har hann vaks upp.

Tað vóru tó nógvir aðrir trupulleikar hjá KÍ: Páll Klettskarð kom ikki til møguleikar, og nýggju spælararnir slógu ikki til á degnum. Hóast ein góðan hælara hjá Patriki Johannesen, skuldu føroyameistararnir vera fegnir um ikki at vera aftanfyri, tá farið var um 90 minuttir.

Sebastian John hevði eina stórbjarging eftir steðgin, tá vælspælandi danski miðverjin Laurits Nørby royndi seg við góðum frísparki eftir frísparksstøðu. Stutt fyri steðgin var John eisini fyri í evstu løtu, tá eyðsýndi eiðismaðurin Virgar Jónsson skeyt.

[object Object]
Ein blaðungur Virgar Jónsson móti KÍ í 2023. Tá stóð eiðismaðurin seg væl - og hann hevur týðiliga tikið seg fram síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í einum sterkum liðavriki var ungi EB/Streymarin ógvuliga eyðsýndur á miðvøllinum. Tað var vágbingurin í álopinum, sum var nær við at avgerða: Búi Egilsson fekk frítt skot til høgru í brotsteignum, men aftur kundu KÍ-liðfelagarnir takka danska málverja sínum.

Móti endanum, í yvirtíðini, fekk KÍ lagt eitt trýst, har tað vóru 2-3 spentar støður í brotsteignum hjá EB/Streymi. Millum annað var ein av innskiftu útlendingunum hjá KÍ, nýggi sviin Hampus Nesstrøm, nær við. Jóannes Davidsen og sterki EB/Streyma-verjuparturin fekk tó vart fyri og ruddað - og so fekk liðið hjá Sigfríði Clementsen fyrsta stigið á árinum.

Hetta var eitt stríðsstig, og EB/Streymur reisti seg væl eftir vánaliga úrslitið (0-3) og avrikið móti AB á sama vølli fyri trimum døgum síðani.

Hinvegin stórt vónbrot hjá greipuvinnarunum, sum seinastu fimm dagarnar hava sæð ivasamir út á ymiskan hátt: Magnus Powell og hansara menn hava nógv at hugsa um í landsliðssteðginum eftir bert ein sigur í trimum  landskappingardystum higartil.

3. umfar 
Í kvøld, fríggjadagin 20. mars
EB/Streymur - KÍ 0-0

Í morgin, leygardagin 21. mars
17.00: B36 - B68
18.00:07 Vestur - Skála
18.30: NSÍ - AB

Mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB

[object Object]

Á FM1 varð fótbóltsvikuskifti sett í gongd við Fótbóltsskýlinum (upptakssending) í dag klokkan. Har komu vit millum annað inn á trupulleikarnar hjá KÍ:

Hoyr eisini her: Viðmerkjararnir eru ikki so stúrnir fyri Skála og Víkingi - finnast at KÍ

Sunnukvøldið klokkan 19.30 taka vit samanum dystin í kvøld og teir í morgin. Hetta í sendingini "3. hálvleikur", har hugt eisini verður fram til HB-Víking


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder