
Seinasta uppgávan hjá føroysku kvinnunum í hesari Nations League-kappingini verður í kvøld klokkan 18 á Tórsvølli. Hon verður eisini móti væl sterkastu mótstøðuni í bólkinum.
Atgongumerki til dystin fáast her
Eftir fimm dystir hevur Slovakia 15 stig og 25-0 í málúrttøku: Fult stigatal og púra reint borð.
Føroyar skulu royna at broyta hetta. Undir fyribils venjaranum, og ítróttarstjóranum í FSF, Pæturi Smith Clementsen hava Føroyar vunnið sær 10 stig seinastu fýra dystirnar.
Sí eisini: Myndir: Seinasta venjingin undan dystinum
Kappingin byrjaði við 3-0 tapi í Slovakia. Liðið er eisini styrkismett nummar 48 í heiminum - Føroyar eru nummar 110 í løtuni. Slovakia er 37 pláss frammanfyri Montenegro, sum føroysku kvinnurnar koppaðu síðsta summar á Tórsvølli. Hetta man vera størsti sigurin hjá Føroyum í nýggjari tíð.
Tað skal nógv til í kvøld, men Føroyar - ið hava nógvar spenanndi spælarar - fara eftir møguleikanum og skulu í øllum førum royna at gera hetta til ein tættan dyst. Tað er ikki nakað ítøkiligt at spæla fyri í bólkinum, men man kann økja um UEFA-stigametið og/ella enda kappingina við heilt góðari kenslu.
UEfA Nations League 2025 - Deild C, bólkur 1
6. og seinasta umfar - á Tórsvølli 3. juni
18.00: Føroyar - Slovakia
Kringvarpið stroymir sum skilst dystin HER
Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald