Fótbóltur

Solbakken og Haaland - Hetta er tann størsta upplivingin higartil

Øll við norskum ríkisborgararætti kunnu vera errin í kvøld, staðfesti ein rørdur venjari. - Hetta er púra sjúkt, og eg vóni at øll tey ungu fáa íblástur av hesum, sigur tvímálsskjúttin, sum heldur at seinna mál hansara kanska var "ein gáva frá Guði".

Hesaferð slapp tvímálsskjúttin at sláa á trummuna, so teir túsundtals norðmenninir í New Jersey sluppu at rógva. Tað gekk ikki friðarliga fyri seg (Mynd: Al Bello/AFP/Ritzau Scanpix)

Hesaferð slapp tvímálsskjúttin at sláa á trummuna, so teir túsundtals norðmenninir í New Jersey sluppu at rógva. Tað gekk ikki friðarliga fyri seg (Mynd: Al Bello/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-05 23:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Er hetta tað størsta ítróttaravrikið í norskum ítrótti nakrantíð? 

Hendan spurningin settu norsku miðlarnir longu eftir 2-1 sigurin á Brasilia í New Jersey varð veruleiki.

Sí eisini: Noreg og Haaland bastu Brasil og skrivaðu HM-søgu

Ståle Solbakken vildi ikki meta alt ov nógv um tað, men høvuðsvenjarin hjá Noreg staðfesti tó í viðtalu við NRK, at 1/8-finalusigurin á suðuramerikanska risanum man vera tað størsta úrslitið hjá einum liði.

- Vit hava havt rennarar, sum hava verið best í heiminum á sínum teini. Men hetta er tað besta, sum eitt lið hevur avrikað: Noreg hevur vunnið á Brasil í einum avgerandi dysti fyri bæði liðini.

- Í kvøld kunnu øll, sum hava norskan ríkisborgararætt vera errin. Eg eri tó heldur stúrin um heilsuna hjá norðmonnum, nú øll kunnu fegnast til og við leygardagin í øllum førum, sigur Solbakken smílandi.

Venjarin, sum var undir stórum trýsti í sessinum fyri bert lutfalsliga stuttari tíð síðani, sigur seg ongantíð hava upplivað nakað líknandi. Hann er serliga fegin vegna hópin og øll tey rundanum, tí tey eru "fantastisk", staðfestir Ståle fyri NRK.

[object Object]
Mynd: Jewel Samad/AFP/Ritzau Scanpix

[object Object]Solbakken og Brede Hangeland, fyrrverandi landsliðsmiðverji sum hevur er "spilleransvarlig" í norska toyminum. Rørdur, fegnir og kanska nakað blástir um koll á grasinum í New Jersey (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)

HM-toppskjútti: Vónandi fáa tey ungu stóran íblástur frá hesum

- Hetta er heilt sjúkt. Heilt sjúkt, segði stórsmílandi stjórskjúttin við serstøku Bryne-dialektini.

Eingin megnar at steðga manninum við við langa hárinum, hóast hann ikki hevði nógvar málmøguleikar á kvøldinum, og Erling Braut Haaland hevði eisini nakað bíbilskt at siga: 

- Ta fyrra málið var gott: Fínt innlegg og eg setti hann væl inn. Tað seinna málið...tað kendist heilt erligt sum ein gáva frá Guði, tá tað fór inni, staðfesti Erling Haaland við einum smíli.

[object Object]
Fyrst ein frálíkur stútari eftir gott innlegg frá innskifta Andreas Schjelderup. Manchester City-áleyparin kom á perfektan hátt frammum Gabriel úr Arsenal, og stútaði sannførandi framvið Allison hjá Liverpool (Mynd: Al Bello/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Seinna málið kom so at siga burturúr ongum. Ein Haaland nerting og so smekkaði hann til við vinstra beininum úr tjúgu metrum. Millum beinini á verjuspælara og út í longra hornið, umvegis stólpan og í brasilska málið (Mynd: Al Bello/AFP/Ritzau Scanpix)

Erling Haaland hevði torført við at lata verða við at smílast eftir seinasta bríksl, og var málrevurin eisini sinnisrørdur. 25-ára gamli Haaland hevði eisini eini djýpri boð til norsku børnini har heima.

- Um tit, sum eru ung, síggja hetta, so vóni eg at tað gevur stóran íblástur til at gera alt fyri at koma her til. Vit upplivdu ikki hetta sum børn, men tað gera tit. Og tað er tað størsta at umboða land títt á hendan hátt. So vónandi kunnu fleiri tykkara eisini fara at menna tykkum og koma at spæla saman við mær ein dag. 

[object Object]

Erling Haaland fekk heiðurin at leið "Ro-rópið" eftir dystin. Tað skuldi bara mangla - sjey mál í fýra HM-dystum higartil (Mynd: Dan Mullan/AFP/Ritzau Scanpix)

Solbakken, Haaland og hinir skulu í morgin til Miami, eftir at hava notið hetta staðfestir venjarin. Leygarkvøldið klokkan 22 bíðar Meksiko ella Ongland í HM fjórðingsfinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder