Níggju av teimum tólv innleiðandi HM-bólkunum eru nú liðugt spældir, og í gjárkvøldið og í nátt staðfestu fimm lond pláss sítt í 1/16-finaluni:
Senegal, Spania, Kap Verde (Grønhøvdaoyggjarnar), Belgia og Egyptaland.
Harumframt er tað mest sannlíkt, at Iran eisini kemur víðari, men úrslitini í kvøld og í nátt skulu tó hanga saman.
Hinvegin eru Irak, Saudi Sarbiaarabia, Ný Sæland og Uruguay úti. Hjá síðstnevnda er talan um stór vónbrot: Liðið hjá Marcelo Bielsa megnaði ikki at basa Saudiarabia ella Kap Verde í fyrstu umførunum, og í nátt var Spania stinnari í Meksiko.
Sí yvirlit niðanfyri
Bólkur I
1. Frakland 9 stig *
2. Noreg 6 stig *
3. Senegal 3 stig *
----------------------------
4. Irak 0 stig **
* Víðari
** Úti
Lagt var upp til stóra bólkafinalu í Boston-økinum, men hetta vildi Ståle Solbakken ikki spæla við til. Norski venjarin valdi at gera tíggju broytingar í byrjanaruppstillingini, í mun til tveir teir fyrstu dystirnar, og tað merkti, at spælarar sum Haaland, Ødegaard, Sørloth, Berge og aðrir sótu á bonkinum allan dystin.
- Tað var ein "no-brainer", staðfesti Solbakken eftir 4-1 tapið fyri Fraklandi. Vit høvdu nakrar troyttar spælarar eftir Senegal-dystin mánanáttina, og vit spæla longu aftur týsdagin. Tað hevði bert verið fyri at fólk sluppu at síggja Erling (Haaland, red.) og Martin (Ødegaard, red.), men tað kemur man ikki langt í HM við.
Didier Deschamps er í Fraklandi í sambandi við jarðarferðina hjá mammu sínari. Hann og toymi stillaðu í stóran mun við sterkastu manning, og hesaferð vísti serliga Ousmane Dembele sínar stóru dygdir. Balon d'Or vinnarin frá 2025 skoraði hattrikk í 1. hálvleiki, og tá Noreg brendi brotsspark tíðliga í 2. hálvleiki, gjørdist dysturin ikki spennandi aftur.
![]()
![]()
Dembelé, sum átti tvey upplegg fyrr í bólkaspælinum, og í gjár vísti PSG-spælarin av álvara sínar dygdir (Myndir: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix)
Harvið skal Frakland spæla móti Noreg seint týskvøldið í New Jersey, og Noreg spælir fyrr ta kvøldið í Dallas móti Fílabeinsstrondini.
Senegal gjørdi sítt móti einum av veikastu HM-liðunum. Tað hjálpti afrikanska liðnum væl, at Irak fekk reytt kort eftir 13 minuttir. Tá var longu 1-0, og við 5-0 sigrinum hevur Senegal so mikið góða málúrttøku, at liðið er víðari.
Fríggjadagin 26. juni:
Frakland - Noreg 4-1 (3-1)
Senegal - Irak 5-0 (1-0)
Bólkur H
1. Spania 7 stig *
2. Kap Verde 3 stig *
----------------------
3. Uruguay 2 stig **
4. Saudi Arabia 2 stig **
* Víðari
** Úti
Tað hevur verið millum veikastu bólkarnar í endaspælinum, men har hevur Kap Verde gjørt sítt. Lítla oyggjalandið, sum hoyrir til Afrika, er minsta landið higartil, sum hevur spælt seg víðari til HM knock-out dystir. Hetta kom í hús tíðliga í morgun við málleysa javnleikinum móti Saudiarabia: Tí triðja av trimum. Kap Verde endar á 2. plássi í bólkinum.
Stórur faganður í Kap Verde: Lítla oyggjalandið er við til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð og hevur við trimum javnleikum spælt seg víðari (Mynd: Jeroen Jumelet/AFP/Ritzau Scanpix)
Hinvegin gjørdi Uruguay ikki sítt. Ein av stoltastu fótbóltstjóðunum er úti uttan at vinna. Í nátt vóru bæði málverjin Muslera og liðformaðurin Valverde skiftur út í 1-0 tapinum móti Spania, sum ikki hevur víst serliga nógv higartil. Tað gjørdi liðið hjá Marcelo Bielsa so sannilga heldur ikki, og tað mesta kiksaði hjá Uruguay, sum sambært styrkislistanum er besta liðið, sum ikki kemur víðari í HM.
Leygarnáttina 27. juni:
Spania - Uruguay 1-0 (1-0)
Saudiarabia - Kap Verde 0-0
Bólkur G
1. Belgia 5 stig
2. Egyptaland 5 stig
--------------------------
3. Iran 3 stig
-------------------------
4. Nýsæland 1 stig
Belgia gjørdi bart í nátt við stórsigri á Nýsælandi, har Trossard, De Bruyne og Lukaku vóru millum teir, sum vístu seg væl fram - og skoraði.
Egyptaland tryggjaði 2. plássið við javnleiki í inntensa dystinum móti Iran. Iran skoraði annars til 2-1 í yvirtíðini, og so var risa fagnaður - til iranar fingu at vita, at VAR hevði kolldømt málið vegna rangstøðu.
Í løtuni liggur Iran tó til at koma víðari sum trý'ari. Um tað ber á mál verður greitt eftir dystirnar í nátt.
Leygarnáttina 27. juni:
Belgia - Nýsæland 5-1 (1-0)
Egyptaland - Iran (1-1)
Seinastu tríggir bólkarnir verða avgreiddir í kvøld og í nátt, áðrenn fyrsta 1/16-finalan (Suðurafrika - Kanada) verður spæld sunnukvøldið okkara tíð.
Bólkur L
1. England 4 stig *
2. Ghana 4 stig *
------------------
3. Kroatia 3 stig
4. Panama 0 stig **
** Víðari
** Úti
Leygardagin 27. juni:
22.00: Kroatia- Ghana
22.00: Panama - Ongland
Bólkur K
1. Kolumbia 6 stig *
2. Portugal 4 stig *
-------------------
3. Kongo 1 stig
4. Uzbekistan 1 stig
* Víðari
Sunnunáttina 28. juni:
00.30: Portugal - Kolumbia
00.30: Usbekistan - DR Kongo
Bólkur J
1. Argentina 6 stig *
2. Eysturríki 3 stig
--------------------
3. Algeria 3 stig
4. Jordan 0 stig **
* Víðari
** Úti
Sunnunáttina 28. juni:
03.00: Argentina - Jordan
03.00: Eysturríki - Algeria
--------------------------------------------------------------------'
Staðfestar 1/16-finalur higartil:
Sunnudagin 28. juni
Suðurafrika - Kanada (Los Angeles)
Mánadagin 29. juni - umframt náttina til týsdag
Brasila - Japan (Houston)
Týskland - Paraguay (Foxborough/Boston)
Niðurlond - Marokko (Guadalupe)
Týsdagin 30. juni
Frakland - Svøríki (New Jersey/New York)
Fílabeinsstrondin - Noreg
Mikudagin 1. juli
USA - Bosnia og Hersegovina
Fríggjadagin 3. juli
Avstralia - Egyptaland
Argentina - Kap Verde
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald