2025-03-19 21:14

- Vit skulu við hesum kunngera, at samstarvið við hjálparvenjaran Sonna Óla Djurhuus er endað. Sonni hevur fingið annað spennandi starv í boði, og vilja vit sum felag ikki standa í vegin fyri hesum tilboði.
- Vit eru sera hørm um, at samstarvið endar. Sonni hevur verið ein góður venjari og ein dyggur stuðul í hópinum.
Soleiðis skrivaði ÍF á Facebook-síðu sínari fyri løtu síðani.
Sonni Djurhuus kom ananrs til felagið í vetur sum hjálaparvernjari, men nú stóð annað starv tøkt, sum hann hevur fingið bjóðað - og tikið av.
Sum skilst er talan um tað leysa starvið í Betrideildini hjá monnum: TB
Síðani fyrst Rasmus Nolsøe og síðani Markus Thorberg og Bjørnar Berge fóru úr felagnum fyrr í vetur, hevur Karl Øster staðið við róðrið við Stóra.
Hetta hevur hilnast væl, tí TB hevur fingið stig í báðum sínum fyrstu umførunum (Víkingi, heima og EB/Streymi, úti).
Tað skal tó ein A-venjari til í einum venjaratoymi í Betrideildini, og hetta hevur Sonni Óli Djurhuus. Hóast hann hevur starvast norðanfyri leingi, hevur lærarin og venjarin kunnleika til umhvørvi og felagið: Sonni er Øravík.
50-ára gamli venjarin og fyrrverandi skúlastjórin er føddur sama dag sum Tummas Erling Djurhuus, sum var høvuðsvenjari við Stóra størsta partin av 2023 - seinast TB var í Betrideildini.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/01/08/gallery-thumbnail/1704731460bbugsoyxxe.webp)
Tummas Erling Djurhuus - her sum høvuðsvenjari hjá B36-kvinnunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tíðindini eru ikki endaliga váttaði úr Tvørpyrar Bóltfelag, men nú bendir nógv á, at Sonni Djurhuus skal taka yvir í Trongisvági. Landsliðsteðgur er, so hetta er helst eitt gott høvi at fáa ein venjara inn í toymið.
Áður hevur Sonni verið venjarið hjá næstbestu mansliðunum í ymsum feløgunum, umframt at hann í 2020 var høvuðsvenjari hjá ÍVB í Betrideildini hjá kvinnum. Hann hevur ongantíð áður verið venjari í bestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald