Fótbóltur

Sormani er søga í HB

Italski venjarin hevur sjálvur lagt frá sær - dagin eftir 7-1 tapið fyri NSÍ. Alt venjaratoymið fer av landinum eisini, meðan André Olsen fyribils tekur við.

Tekinini vóru har, og eftir stóra ósigurin í gjár var helst eingin vegur aftur. Alt tað útlendska venjaratoymi í HB fer nú til hús, meðan ein nýggj byrjan aftur verður í HB-húsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tekinini vóru har, og eftir stóra ósigurin í gjár var helst eingin vegur aftur. Alt tað útlendska venjaratoymi í HB fer nú til hús, meðan ein nýggj byrjan aftur verður í HB-húsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-04 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin eru boðini komin, sum so nógv í føroyska fótbóltsheiminum hava væntað í eina tíð. Serliga eftir stórtapið í gjár stóð tað sum skrivað í stjørnurnar, at Adolfo Sormani ikki fór at sita í heita sessinum leingi afturat.

Royndi italiumaðurin hevur sjálvur valt at fara úr tí. Hetta ljóðaði graml um tíðliga fyrrapartin, og HB skrivaði á heimasíðu sínari beint fyri klokkan 15, at so var: 

- Venjaratoymið hjá Betri-monnum hevur biðið um at verða loyst úr starvi. Nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.

Hetta merkir, at ikki bert fer litríki høvuðsvenjarin. Hjálparvenjarin og dugnaligi kropsligi venjarin fara við - bæði Gianni Mazella og Gilberto Voltolina hava verið við síðani byrjan í 2024 - og finski málmansvenjarin fer eisini eftir nakrar mánaðir.

[object Object]
Nýggja italska venjaratoymi hjá HB varð kunngjørt í november 2023. Teir hava koyrt eitt "yrkis set-up", men gníggingar hava verið serliga í ár (Mynd: hb.fo)

Harvið hevur HB ikki beinleiðis eitt venjaratoymi nú, men boðað er frá, at André Olsen er settur sum fyribils venjari - hetta til nýggjur venjari verður settur.

- Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at hava eina loysn uppá pláss innan stutta tíð, skrivar hb.fo.

Íslendski venjarin og ítróttarstjórin Arnar Grétarsson varð í seinastu viku settur í samband við HB. Tað kann ógvuliga væl hugsast, at hann verður at síggja í HB skjótt - møguliga saman við fyribils setta venjaranum. André Olsen hevur áður millum annað verið hjálparvenjari hjá B36, NSÍ og B68. 34-ára gamla toftamaðurin hevur ikki áður verið høvuðsvenjari í fremstu mansdeildini.

[object Object]
André skal fyribils røkja stóru uppgávuna, sum tað er, at fáa HB á rætt kjøl aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adolfo Sormani og HB vóru heldur óvæntað leingi við í FM-stríðnum í fjør. Liðið stóð seg lutfalsliga væl móti Hadjuk Split í Conference League, men mest umráðandi var tað at vinna steypafinaluna móti grannunum. Hetta tryggjaði eyka pening og pláss í 2. umfari í Conference League til í ár.

HB vann eisini stórysteypið bæði árini undir Sormani, men seinastu vikurnar hevur gingið av skriðuni. Fýra tap í teimum seinastu fimm dystunum - harav eyðmýkingar móti oddaliðunum KÍ (0-4) og NSÍ (1-7), fyrsta tapið fyri B36 í seks ár og ein heldur hepnan sigur á heimavølli TB - siga sítt. Harafturat hevur spælið ikki verið nøktandi, huglagið kring hópin ikki gott, og HB er úti av bæði steypakapping og so at siga FM-stríðnum longu. 

Sí eisini: HB fyri fullkomiligari eyðmýking á heimavølli

Hetta fer helst í longdini at vísa seg at vera best fyri báðar partar; hóast nógv jalig takin vóru í serliga byrjanini hjá Adolfo Sormani í HB.

Dagført: 15.19


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder