
KÍ er føroyameistari, og nógv bendir á, at TB flytir niður. Men hvør fer avstað við silvurkrónunum, og hvør skal fylgja tvøramonnum niður í næstbestu deildini.
Hesir spurningar verða svaraðir komandi leygardag, tá ársins síðsta umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 14:30.
Vísandi til grein 35 í kappingarreglunum fyri fótbólt kann aðalskrivstovan hjá Fótbóltssambandi Føroya áseta, at allir dystir í seinastu umførunum í eini deild skulu byrja samstundis.
Betrideildin menn, 27. umfar
B36 – FC Suðuroy (kl. 14:30)
Víkingur – HB (kl. 14:30)
NSÍ – KÍ (kl. 14:30)
07 Vestur – EB/Streymur (kl. 14:30)
TB – B68 (kl. 14:30)
Í 1. deild hjá monnum verða dystirnir í síðsta umfari spældir fríggjakvøldið og leygardagin.
Skála og AB flyta upp, meðan 07 Vestur og annaðhvørt KÍ ella EB/Streymur flyta niður.
1. deild menn, 27. umfar
NSÍ – Víkingur (frí. / kl. 19:00)
B36 – EB/Streymur (frí. / 19:00)
KÍ – 07 Vestur (frí. / kl. 19:00)
B71 – ÍF (leyg. / kl. 13:00)
Skála – AB (leyg. / kl. 16:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald