Fótbóltur

Spæla venjingardyst móti Kypros 2. mars

Sum fyrireiking til fyrsta dystin í komandi HM undankapping spælir føroyska kvinnulandsliðið fótbólti venjingardyst á Kypros mánadagin 2. mars.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-08 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

– Vit eru komin væl í gongd. Ársins fyrsta landsliðsvening hevur verið, og vit eru spent til undankappingina, ið stendur fyri framman. At tað so eisini hevur eydnast okkum at fáa ein venjingardyst í lag, kemur sjálvandi væl við, og styrkir um fyrireikingarnar til HM undankappingina.

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum í fótbólti, Pætur Smith Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Venjingardysturin, sum verður ímóti Kypros, verður á útivølli mánadagin 2. mars. Á styrkilistanum hjá Fifa liggur Kypros nakað aftan fyri Føroyska kvinnulandsliðið. Føroyar liggja á 111. plássi, meðan kypriotisku kvinnurnar eru nummar 127.

Føroyar hava tvær ferðir fyrr spæld móti Kypros. Tað var í Nations League kappingini í 2023. Tá vann Kypros báðar dystirnar 1-0. Føroysku kvinnurnar hava tríggjar ferðir fyrr spæld móti Georgia. Í 2011 vann Georgia 1-0 í innleiðandi EM-undankappingardysti heima, í 2013 funnu Føroyar í innleiðandi HM-undankappingardysti heima og í 2015 hevði Georgia aftur heimadyst í innleiðandi EM-undankappingardyst, og vann 2-0

Móti Grikkalandi og Georgia

 Fimm dagar eftir venjingardystin á Kypros fer undankappingin av bakkastokki.

Í komandi HM undankapping eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia. Fyrsti dysturin í HM undankappingini verður á útivølli leygardagin 7. mars, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta.

Føroyar vóru eisini í bólki við Grikkalandi í undankappingini til EM 2025. Grikkaland vann báðar dystirnar: 1-0 í Grikkalandi og 2-0 í Føroyum.

Í apríl eru heimadystirnir á skránni. Tann 14. apríl koma grikkar á vitjan, og 18. apríl møtast Føroyar og Georgia á Tórsvølli. Útidysturin móti Georgia verður spældur fríggjadagin 5. juni.

HM-undankappingin er deild upp í tríggjar deildir – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini í deild A og bólkavinnarar og bestu 2’ararnir í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.

UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss til HM-endaspælið, sum verður í Brasil á summri 2027. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder