Fótbóltur

Spania syfti aftur Frakland í einari hálvfinalu

Evropameistararnir høvdu so at siga fullkomiliga tamarhald á Mbappé og hinum og vunnu 2-0. Harvið endar tíðin hjá Didier Deschamps við í mesta lagi bronsu -meðan Spania sunnudagin skal spæla í HM-finalu fyri aðru ferð.

Mikel Oyarzabal umsetti trygt við brotssparki eftir franskt verjumistak (Mynd: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix)

Mikel Oyarzabal umsetti trygt við brotssparki eftir franskt verjumistak (Mynd: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-14 22:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í teimum trimum HM-endaspølunum eftir søguliga HM-gullið í Suðurafrika 2010 vann Spania ongan røkkstøkkdyst (knock-out dyst): 

Út eftir bólkaspælið í 2014 og eftir brotssparkskapping í áttandapartsfinalunum í 2018 og 2022. Móti ávikavist Kili, Russlandi og Marokko.

Harvið hildu spaniólar ikki stáasið við líka, men eftir at Luis de la Fuente tók við í 2022 hevur skjótt gingið uppeftir.

Spania varð suverenur evropameistari í Týsklandi í 2024. Hetta var millum annað eftir sigur á Fraklandi í hálvfinaluni, og eisini í Texas í kvøld vóru spaniólar omaná, tá finalupláss var uppá spæl.

Frakland stóð annars sum favorittur. Við sínum mongu álopsvápnum og eftir nógv sannførandi avrik í USA, men Spania hevur verið trupult at skorað ímóti - bert eitt mál inn higartil í HM - og hevur funnið ymiskar hættir til at vinna dystir við.

Í kvøld var tað við einum máli um miðjan 1. hálvleik og eitt rímiliga tíðliga í 2. hálvleik. Tað fyrra var eftir brotsspark, sum varð dømt móti Lucas Digne, sum klossut koyrdi beinið høgt upp og rakti Lamine Yamal. Mikel Oyarzabal umsetti trygt úr ellivu metrum.

Yamal var lívligari enn í øðrum dystum, men tað var maðurin aftanfyri hann, ið økti eftir 57 minuttir. Pedro Porro spældi sannførandi og í hesum førum gott bandaspæl við Fabian Ruiz, sum hevur gjørt stóran mun á spanska miðvøllinum. Einsamallur við Mike Maignan var Porro púra tryggur.

Frakland royndi at hótta, men eftir 2-0 málið gjørdi Spania so at siga alt rætt fyri at halda "Les Blues" burtur og syrgja fyri, at dysturin í Dallas-økinum ikki gjørdist spennandi.

[object Object]
Tað eydnaðist ikki Kylian Mbappé og hinum far frammi hjá Fraklandi at veruliga gera ein vørr móti spanska verjupartinum (Mynd: David Ramos/AFP/Ritzau Scanpix)

Harvið endar 14-ára skeiðið hjá Dider Deschamps við í mesta lagi bronsu. Frakland hevði annars møguleika at koma í triðju HM-finaluna á rað sum bert annað liðið í søguni (Vesturtýskland 1982-1990). 

Zinedine Zidane tekur skjótt við. Hjá Spania gongur leiðin beint eftir New Jersey, har landið sunnudagin fer eftir gullinum - og eftir at fyri aðru ferð bæði vera evropameistari og heimsmeistari samstundis. Spaniólar vóru í øllum førum sannførandi í kvøld og bíða nú eftir, hvørt tað gert Ongland ella Argentina í finaluni. 

HM-Hálvfinalur
Í dag, týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
Frakland - Spania 0-2
22' Mikel Oyarzabal, br. 0-1
58' Pedro Porro

Í morgin, mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
20.00: Ongland - Argentina (TV2/TV2 Play)

Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl.22) og 19. juli (kl.20)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder