Eftir metárið í 2025 er bíðitíðin long, til føroyska manslandsliðið aftur skal spæla um stig.
Sí eisini: Ítróttanavnið: Vár, Jana og manslandsliðið í fótbólti kunnu vinna
Tveir venjingardystir eru á skránni í Dubai í mars - ein móti Emiríkjunum og ein mest sannlíkt móti Singapore - og aftur í juni er talan um venjingardystir.
Men síðst í september skulu Føroyar spæla kappingardystir. Talan er um Nations League Deild C, ið Føroyar hildu seg í við sigri í fyrsta dystinum hjá Eyðuni Klakstein í november 2024. Hetta er tann næstniðasta av teimum fýra deildunum í kappingini.
Fyrstu fýra umførini í Nations League verða spæld í døgunum 23. september til 5. oktober.
Tvey tey síðstu umførini vkulu spælast 11. - 16. november
Í styrkisbólki trý - Javngóð mótsstøða
Føroyar eru í styrkisbólki trý av teimum fýra.
Harvið eru serliga tey í potti 1 á pappírinum nakað sterkari enn Føroyar - men tað eru ikki nógvir mánaðir síðani, at føroyingar vunnu 4-0 á Montenegro.
Í mun til liðini í potti tvey burdu Føroyar havt fínar møguleikar; serliga á heimavølli. Tað eydnaðist at vinna í Amenia (1-0) og spæla 2-2 javnleik á Tórsvølli, tá liðini vóru í Nations League-bólki seinast.
Móti liðunum í niðasta potti standa føroyingar sum favorittar; líkamikið hvørjum man møtir.
Nations League Deild C
Pottur 1:
Ísland
Albania
Montenegro
Kasakstan
Pottur 2:
Finnland
Slovakia
Bulgaria
Armenia
Pottur 3:
Belarus (Hvítarussland)
Føroyar
Kýpros
Estland
Pottur 4:
Moldova
San Marino
Lettland/Gibraltar
Luksemborg/Malta
Eitt lið úr hvørjum potti verður trekt í hvønn bólk.
Eittarin úr hvørjari deild flytur upp, og nummar tvey spælir um tað.
UEFA kunnar um, at tað er ikki endaliga greitt enn, hvussu eitt gott úrslit í Nations League kann ávirka, í mun til at koma til EM 2028.
Meira um hetta - og um lutakastið sum heild - í næstu vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald