
Við grannauppgerðini í Gundadali í gjár fór Betrideildin í summarsteðg. B36 og HB stóðu fyri einum dramatiskum 2. hálvleiki, har HB við tíggju monnum vendi 0-2 til 2-2.
Sí eisini:
Myndir: B36 - HB (2-2)
Jákup Martin Joensen: Tordu ikki at vera til staðar seinastu løtuna
Støðan í summarsteðginum:
Úrslitið í seinasta dystinum í fyrru hálvu hevur við sær, at HB og NSÍ eru púra jøvn við 35 stigum.
Tað stendur so at siga púra greitt, at tey ikki fáa KÍ aftur. KÍ hevur bert mist stig í einum av sínum 16 dystum - í Gundadali móti HB í evstu løtu - og hevur spælt tvær dystir móti HB, NSÍ, Víkingi og B36. Styrkin og breiddin er sanniliga har í hópinum í Klaksvík, so tað sær út til at verða eitt "silvurstríð millum HB og B36".
Sum bolt.fo vísir á, so kann hetta stríðið verða um meira enn silvurkrónur og heiður. Tí um KÍ vinnur greipuna, so fær 2. plássið helst størri fíggjarligt virði og beinleiðis atgongd til 2. umfar í Conference League í 2026. KÍ og Víkingur skulu spæla steypafinalu.
Seinasta evropeiska plássið stendur millum trý lið
Tað sær ikki út til, at nakað annað lið kann bjóða av um 2. plássið. Heldur skulu B36 og Víkingur stríðast um 4. plássið, og man kann als ikki rokna EB/Streym at vera úti í hesum. B36 hevur í løtuni fyrimunin í hesum stríðnum, men bert eitt stig er niður til føroyameistararnar og trý stig niður til EB/Streym á 6. plássi.
Bæði B36 og EB/Streymur misti 2-0 leiðslur í yvirtali í 16. umfari - serliga síðstnevnda lið hevur staðið seg betri enn væntað í ár. Tað gekst ógvuliga striltið hjá Víkingi at fáa stig fyrstu umførini. Sìðani hevur verið títtari millum sigrarnar, men serliga skaðar og eitt lágt tal av málum (20 í 16 umførum) hava gjørt, at liðið ikki er nærri heiðursmerkjaplássum.
4. plássið tryggjar seinasta evropeiska plássið - uttan so at B36 og EB/Streymur enda har, og Víkingur síðani vinnur steypafinaluna á KÍ. So fellur tað kortini til Víking, sum skal spæla í Champions League hesa vikuna og í næstu viku.
Sí eisini: Ársins fyrsta evropeiska vika er nú her
B68 er fimm stig aftanfyri EB/Streym og sær út til at standa í ongamannalandi: Ov gott til at vera íblandað í niðurflytingarstríð men restar ov nógv í til at stríðast um 4. plássið. EB/Streymur kann eisini enda har nakað inn í seinnu hálvu, men møguleikin at bjóða av er har framvegis hjá sundalagsmonnum.
07 Vestur í hørðum stríði við suðuroyarfeløgini
Beint eftir venjaraskifti í mai vann 07 Vestur tveir dystir á rað og skoraði átta mál. Men síðani hevur liðið aftur bara tapt. 4-3 tapið í Vági leygardagin var tað fimta á rað, og hinvegin fyrsti sigurin síðani 5. umfar hjá FC Suðuroy.
Sí eisini: FC Suðuroy heldur summarfrí omanfyri strikuna
Hetta úrslitið sendi FC Suðuroy uppum júst 07 Vestur og TB. Liðið hjá Pól Thorsteinsson vinnur "røttu dystirnar": Tveir sigrar á 07 og ein á TB. Eitt flott avrik hjá FC Suðuroy leygardagin, liðið hevur nú níggju stig, meðan TB og 07 Vestur skulu lyfta seg.
Hjá TB hevur útskifting aftur verið á venjarapostinum og í hópinum. Thomas Thinggard skal nú royna at seta lið rætt saman til at fáa neyðugu stigini eftir steðgin.
Í Vágum mugu knyklar verða settar í brýr: Tað er ikki nóg gott - við sínum fyritreytum - at felagið stendur við bert sjey stigum, til niðurflyting og ikki er betri enn uppflytararnir úr Suðuroynni fyri summarsteðgin.
Betrideildin byrjar aftur við dysti millum B36 og TB ólavsøkuaftan. Restin av dystinum í 17. umfari verður spældur fyrsta vikuskifti í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald