Vikuna eftir at Southampton á vøllinum sigraði í seinnu play-off hálvfinaluni, kom bumban frá EFL (English Football League): Southampton er dømt at tapa dystin og tveitt úr endaspælinum í næstbestu ensku deildini.
Hetta er fyri at njósnast í sambandi við venjingar hjá mótstøðuliðum. Ikki bert hjá Middlesbrough, sum Southampton spældi tær báðar play-off hálvfinalur ímóti (9. og 12. mai). Men eisini í dystum móti Oxford United í desember og móti Ipswich.
Í Middlesbrough varnaðist man ein ókendan gest, sum kikaði og filmaði beint við ein runn og eitt træ, við venjingarvøllin í Norðuronglandi.
Venjaratoymið hjá Southampton hevði sent hendan starvsnæmingin at ólóliga taka venjingina hjá mótstøðuliðnum upp. Í fyrstu syftu ljóðaði úr Southampton, at hetta ikki varð gjørt eftir boðum í felagnum, men síðani hevur man játtað seg sekan.
Hetta er skýrt sum "Spygate" (njósnaragølan) í Bretlandi, og søgan hevur koyrt seinastu stóru vikuna.
Týskvøldið gjørdist greitt, at Middlesbrough hevur vunnið kæruna. Og sektin hjá Southampton er ikki hissini. Umframt fýra minusstig næsta ár, missir felagið rættin at spæla um uppflyting sunnudagin.
Harvið verður Championship play-off finalan sunnudagin millum Middlesbrough og Hull City, sum vann hina hálvfinaluuppgerðina.
Hetta er uttan so, at Southampton vinnur mótmæli - avgerðin varð kærd í gjár. Hóast man játtar seg sekan í njósning, so er metingin í Suðuronglandi, at dómurin ikki er hóskandi í mun til brotið. Og tá man hevur eitt Premier League uppá spæl, og harvið millardir: Hví ikki kæra aftur.
Støðan í hesum margháttiliga málinum - Spygate - verður endalig í dag, mikudagin. Finalan um uppflyting úr Championship verður sunnudagin 23. mai. Tá verður Hull í øllum førum annað liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald