Ivamál hevur verið um Conference League-dystin millum NSÍ líka síðani leiguflogfarið við Hamrun Spartans-hópinum ikki fekk lent í Vágum týsdagin.
Men stutt fyri middag eydnaðist hetta, og nú er endaliga greitt, at fyrsta bíksl verður klokkan 19.45 í kvøld, hósdagin 9. juli, í Klaksvík.
Hetta skrivar bolt.fo, og Hamrun Spartans hevur á Facebook-síðu sínari eisini staðfest tað: "Game on".
Les eisini: Hamrun Spartans eru lendir í Føroyum
Teir hjá Hamrun Spartans hava annars gjørt púra greitt, at ynski er at útseta dystin. Hetta tí at umstøðurnar langt frá hava verið optimalar, í mun til ferðing og bíðitíð.
Ferðalagið var veðurfast í Bergen í eitt lítið samdøgur, og sum Karstin Joensen sigur við FM1, so hava teir hiðani samskift nóg nógv við UEFA.
Tað rínur tó ikki við: Dómarar og UEFA-umboðsmaður vóru tíðliga í Føroyum, og støða er tikið til, at tað er ríkiligt at tíð at lenda í landinum átta tímar áðrenn dystarbyrjan. UEFA hevur annars heimild til at útseta ein dyst í upp til 24 tímar vegna serligar umstøður.
Harvið eitt slag av fyrimuni hjá NSÍ, sum helst skal vinna heimadystin.
FM1 og Portalurin eru til reiðar. Vit siga frá dystinum á FM1 og hava nógv annað tilfar á Portalinum.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - Hamrun Spartans (Malta)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald