Í mun til spenning og óvæntaði úrslit, er Meistaradeildin 2026 gávan, ið heldur fram við at geva. Serliga um man samanlíknar við flestu av seinastu árunum.
Um man er HB-fjeppari, er veruleikin tó ein annar. 12. apríl vann HB í 5. umfari og kom uppá 10 stig. Eftir tíggju umfør hevur liðið hjá André Olsen 11 stig: Eitt stig er komið til høldar í landskappingini seinastu fimm dystirnar, har HB millum annað hevur spælt móti uppflytara (AB, 1-1) og B68 (1-3).
Í 5. umfari var tað EB/Streym, sum HB basti. Hetta eftir tógvið stríð í Streymnesi, har tað leingi var 0-0, har heimaliðið legði seg á odda í 70. minutti, áðrenn HB vendi tí seinastu løtuna.
Eftir átta minuttir í Gundadali í gjár var 0-2 í gjár. Og í steðginum var 0-3. HB-spælið, hesaferð við einum áleypara, var í ov stóran mun uttan hugflog og hvassleika. Størstu møguleikarnir komu eftir deyðbóltar, tvær ferðir stútarar á yvirleggjaran, men tað var EB/Streymur, sum gagnnýtti sínar deyðbóltar: Fyrst eftir hornaspark, síðani eftir langt innkast og stutt fyri steðgin eftir óbeinleiðis fríspark. Støður har HB'arnir ikki dekkaðu upp og ikki vóru nóg árvaknir.
![]()
EB/Streymur spældi ein klókan og góðan 1. hálvleik í Gundadali. Ein góð løta við trýsti á HB-máli, og eginleikin at standa ímóti trýsti vóru nóg mikið eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: EB/Streymur vann gysaran í Gundadali
HB kom tó væl út eftir steðgin. Spælið var meira ágangandi, og innan fyrsta korterið megnaði heimaliðið tvær ferðir at minka um munin: Eivind Restorff Mouritsen og Heini Fossdalsá Sørensen revsaðu skjótt tvey mistøk hjá EB/Streymi.
Harvið brádliga stórur spenningur í men enn ein deyðbóltsstøða, vantandi kynsima hjá HB og tann rætta hjá EB/Streymi, leiddi til 2-4 málið. Og so var eitt mál hjá Mathiasi Voss móti endanum ikki nóg mikið hjá HB. Harvið enn eitt vónbrot hjá HB, sum hevur koppað Víkingi og B36 í steypakappingini seinastu vikurnar, men sum stendur í stað í landskappingini.
![]()
Tað var skjótt, at endaliga støðan, 3-4, varð tikin av máltalvuni í Gundadali. Enn eitt úrslit, sum tey í norðara enda av Gundadali helst vilja gloyma
Stórur fagnaður á teimum í bláum og svørtum, sum stíddust væl í Gundadali og vunnu øll stigini við sær (Myndir: Sverri Egholm)
Hinvegin ein søtur og væl uppiborin sigur hjá EB/Streymi. Liðið hjá Sigfríði Clementsen, sum í gjár sat uttanfyri við venjarabanni, var aftast áðrenn, men hevur nú tvey stig niður til strikuna.
EB/Streymur hevur nú vunnið stig ímóti Víkingi og KÍ (javnleikir á heimavølli) og nú móti HB. Avrikið í 1. hálvleiki í Gundadali var ógvuliga samansett og framt við støðufesti; spælið var gott, og danski miðverjin, Laurits Nørby, var ein teirra sum stóð sterkur í myndini: Eitt mál, eitt upplegg og eina rúgvu av .
Hóast mótgongd eftir steðgin megnaði útiliðið at gera nóg mikið fyri at vinna undirhaldandi og villa dystin. Hetta kann fáa stóran týdning fyri EB/Streym, sum ikki hevði vunnið á útivølli móti HB síðani 1. oktober 2017.
Tað var Búi Egilsson, sum skoraði seinasta málið hjá EB/Streymi. Hoyr hann seta orð á søta sigurin her: Búi Egilsson: - Tað stóð nógv á 2. hálvleiki - fantastiskt at fáa sigurin heim
Meistaradeildin menn, 10. umfar
Í gjár, mánadagin 18. mai
HB - EB/Streymur 4-3 (0-3)
2' Sowe Ba Lamin (Laurits Nørby) 0-1
9' Laurits Nørby 0-2
42' Óli Eyðsteinsson Poulsen (Gestur Bogason Dam) 0-3
53' Eivind Restorff Mouritsen 1-3
61' Heini Fossdalsá Sørensen, br. 2-3
75' Búi Egilsson 2-4
87' Mathias Voss 3-4
Sí myndir her: EB/Streymur vann gysaran í Gundadali
Útvísing broytti tingini á Argjum - Aron við stórum avriki
Fyri HB er tað langt upp til topp-trý. Troystin er steypakappingin, har liðið er á finalukós í løtuni, og at 4. plássið ikki er langt burtur.
Víkingur fór annars frá bólkinum við 11 stigum í gjár. Hetta í "innanhýsis uppgerð" á Argjum. Liðini hittast í Sarpugerði tvær ferðir innan fýra dagar miðskeiðis í apríl, har tað endaði samanlagt 9-1. Undan dystinum mánakvøldið, hevði Víkingur ikki vunnið í landskappingini síðani AB-dystin 12. apríl. Hetta hóast uppgávurnar móti liðum undir sær á stigatalvuni.
Men eftir fýra javnleikir bragdaði. Og tað var í stóran mun Aroni Benjaminsen og nakað størri hvassleika at takka. Júst lívligi Aron Benjaminsen legði Víking á odda í 17. minutti, men AB vísti aftur styrki og var á odda í stegðinum.
Jón Steingrímsson um fyrsta málið í Meistaradeildini: - Eg valdi at bumba til
![]()
Stórur fagnaður eftir málið hjá Jón Steingrímsson stutt fyri steðgin (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Fimm mál og reytt kort á Argjum
Í 57. minutti fekk Sjúrður Henriksen sítt seinna gula kort fyri at fella Aron Benjaminsen.
Harvið vórðu fyritreytirnar hjá Víkingi betri, og tveir spælarar ið hava misnýtt sínar møguleikar í ár, avgjørdu dystin: Jákup Johansen og innskifti Jørgen Nielsen. Í báðum førum var tað 18-ára gamli Aron Benjaminsen, sum legði upp. Trý mál og trý sera týðandi stig fyri Víking.
![]()
![]()
Lívligi vongurin Aron Benjaminsen var dagsins maður á Argjum
Hoyr eisini: Aron Benjaminsen stórtrivist í Víkingi
Í gjár, mánadagin 18. mai
AB - Víkingur 2-3 (2-1)
17' Aron Benjaminsen (Arnbjørn Svensson) 0-1
34 Bjarki Nielsen (Luca Ørsted Thorstensen) 1-1
42' Jón Steingrímsson 2-1
70' Jákup Johansen (Aron Benjaminsen) 2-2
79' Jørgen Nielsen (Aron Benjaminsen) 2-3
Reytt kort: 57' Sjúrður Henriksen, AB
Myndir: Fimm mál og reytt kort á Argjum
Hinir dystirnir í 10. umfari
Í gjár, sunnudagin 17. mai
Skála - B36 1-2 (0-0)
B68 - KÍ 1-4 (1-1)
07 Vestur - NSÍ 1-6 (1-3)
Samrøður og samanumtøkur í sambandi við dystirnar hoyrast á fm1.fo
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald