
- StÍF skal spæla Evropa Cup.
Hetta hevur felagið í Eysturoynni staðfest á sínum Facebook-vanga. Manslið felagsins royndi hetta um aldarskiftið, og nú verður fetið tikið aftur.
- Mansliðið hevur ment seg nógv tey seinastu árini, og tí meina vit, at tað er sjálvsagt at taka tað næsta stiðið og royna okkum í tí evropeiska hondbóltinum.
Á liðnum eru millum annað Trúgvi Hávardsson og Sofus í Selvindi Nattestad, sum fyri stuttum hava verið við at vunnið HM-bronsu við U21. Ein annar ungur og evnaríkur spælari, Pauli Rasmussen, hevur roynt at spælt U-endaspæl og skal í august spæla U19 HM.
StÍF var í FM-hálvfinalunum í fjør og var nær við at koppa Kyndli, sum stutt seinni gjørdist meistari. Brotskastskapping skuldu til í triðju hálvfinaluni á Hálsi.
Búi Poulsen, ið er strandingur sum spælir í Danmark, saman við Trúgva Hávardsson sum er lyklaspælari hjá StÍF. Hetta er eftir føroyska fjórðingsfinalusigurin á Slovenia í U21 HM, har teir endaðu við bronsuni (Mynd: Sverri Egholm)
Stór uppgáva bíðar í Serbia
StÍF kemur, eins og menninir hjá H71, inn í 2. umfari í European Cup. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin og tann, sum føroysk lið vanliga eru við í.
Lutakast hevur verið, og StÍF skal spæla ímóti HC Vojvodina úr Serbia.
Hetta er eitt av sterkastu liðunum úr Balkan-landinum og ein spennandi uppgáva hjá StÍF. Mladen Mjerimacka, málverji og málverjumennari sum hevur verið leingi í Føroyum, eru uppvaksin her.
Talan er um næststørsta bý í Serbia, og har skal StÍF spæla miðskeiðis í oktober. Í umførunum tíðliga í kappingini plaga liðini ofta at avráða at spæla báðar dystirnar í einum staði eitt vikuskifti. Sum skilst er endalig avgerð tikin um, at báðir dystirnir verða spældir í Vojvodina.
H71 aftur við
Eitt annað felag umboðar Føroyar í Evropa í ár. Tað er H71
Menninir hjá H71 skulu spæla móti RK Konjuh úr Bosnia.
Kvinnurnar úr Hoyvík eru vanliga eisini við í European Cup, og í 2021/2022 komu tær til fjórðingsfinalurnar. . H71-kvinnur skulu spæla ímóti Cabooter Fortes Venlo úr Niðurlondum.
Royndir verða nú gjørdar at fingið dystirnar spældar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald